Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høgni Hoydal: Eigur at vera gjørt yvirskipað og ikki í sambandi við eitt ávíst mál

Helgi Abrahamsen

”Eg eri sjálvsagt til reiðar at viðgera spurningin um bæði fólkaatkvøður og viðgerð av minnilutauppskotum, men eg vil ikki gera tað í sambandi við hetta málið.” Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sum fyri tveimum árum síðani segði seg kunna lova, at tá Tjóðveldi kom til valdið, fóru ávís fólkaræðislig viðurskifti at verða broytt.

Millum lyftini sum Høgni Hoydal segði seg kunna lova var, at hansara flokkur í stjórn fór ongantíð at blokkera fyri viðgerðum av andstøðuuppskotum, og ein triðingur av løgtingsfólki skuldi altíð kunna krevja mál til fólkaatkvøðu. Hetta er júst tað sum núverandi andstøðuflokkar hava biðið um, men samgonga hevur forðað fyri tí.

Skulu verja minnilutar

”Alt verður tikið fram nú í sambandi við viðgerðina av málinum um hjúnabandslógina, og tað kann mann eisini roknað við,” sigur Høgni Hoydal. Hann heldur tó ikki at hetta málið kann tengjast saman við tí spurninginum.

”Hetta málið snýr seg júst um at verja minnilutar, meðan tað sum andstøðan gera er ein roynd at steðga tí prosessini,” sigur hann.

”Vit hava ikki tosað um at hetta skal galda fyri øll uppskot, og tað skal sjálvsagt heldur ikki tengjast saman við partapolitska spælinum, tá endamálið einans er at steðga uppskotum frá samgonguni,” sigur hann.

Høgni Hoydal heldur, at um andstøðuflokkarnir vildu havt hesi rættindini, so kundu teir atkvøtt fyri uppskotinum hjá Tjóðveldi fyri tveimum árum síðani, heldur enn at vísa til tað nú.