Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldinum og Fólkatingslimur.: Løgtingið skal viðgera bygnaðarbroytingarnar hjá Fútanum

John William Joensen

– Tað er átaluvert at ein lukkaður “kredsur” av persónum sleppur at fremja eina umfatandi kolvelting av føroysku løgregluni og avtaka aldargomlu sýslurnar, sigur Høgni Hoydal, sum nú fer at reisa málið í løgtinginum

– Eg má siga sum er at eg eri skelkaður av at nakrir fáir persónar í ovastu leiðsluni hjá politinum í Føroyum – einsamallir – arbeiða við umfatandi broytingum – sum koma at ávirka allar borgarar í landinum og sum hava stóra ávirkan á føroyska lóggávu, sigur formaðurin í Tjóðveldi, sum nú fer at reisa málið í løgtinginum.

– Eg skiljið heldur ikki útsagnirnar frá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í innlendismálum, tá hon í útvarpinum heitir á tingfólk og onnur um at geva fútanum arbeiðsfrið til at fremja broytingarnar – uttan yvirhøvur at kunna føroyskar myndugleikar.

– Føroysku sýslumannsembætini eru aldar gomul og eru knýtt at eini skipan, sum gongur langt aftur um danskt vald í Føroyum.

– Tær broytingar sum fútin ætlar at fremja fara at hava stóra ávirkan á føroyska lóggávu og harumframt er talan um eina sentralisering av øllum arbeiði hjá politinum í Føroyum.

– Fyri fáum árum síðan arbeiddu vit við at yvirtaka politiið og tí skiljið eg als ikki at Annika Olsen, nú letur danskar myndugleikar sleppa at fremja umfatandi broytingar uttan yvir høvur at spyrja føroyskar myndugleikar eftir.

– Ætlaninar hjá Fútanum raka beinleiðis føroysku kommunurnar – og tí er umráðandi at vit nú taka málið upp á politiskum stigi og tað arbeiða vit við í løtuni.