Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høgni Hoydal gjørdi seg sjálvan til part av málsviðgerðini av veiðuloyvum

John William Joensen

Hægstarættar advokaturin, Christian F. Andreasen, sigur at telduposturin frá Vørn vísir púra greitt, at baði landsstýrismaðurin og aðalstjórin vóru fult kunnaðir um flytingar av veiðuloyvum. Harafturat sigur hann, at boðini í skjalinum frá 13. november 2015 frá landsstyrismanninum í Fiskivinnumálum til VØRN, kunna ikki tulkast ørvísi enn, at landsstyrismaðurin vil hava møguleikan at blanda seg í øll mál, sum hava við flyting av veiðuloyvum at gera.

Stutt eftir at Høgni Hoydal var blivin landsstýrismaður, gav hann boð um, at hann skuldi hava fráboðan, hvørja fer Vørn fekk umbøn um flytan av veiðiloyvum. Hetta sæst í innanhýsis telduposti í Vørn, dagfestur tann 13. nov. 2015.

Hægstarættar advokaturin, Christian F. Andreasen, sigur at hesi boðini knýta landstýrismannin at sjálvari málsviðgerini av veiðuloyvum, og kann gera hann ógegniðan sum kærumyndugleika yvir avgerðir sum VØRN hevur tikið síðan 13. November 2015.

– Telduposturin frá 13. November 2015 sigur, at landsstyrismaðurin vil hava kunning um allar flytingar av fiskiloyvum. Hettar er rættuliga óvanligt, fyri tað fyrsta tí landsstyrismaðurin hevur delegerað heimildina at avgreiða fiskiloyvir til Vørn, og fyri tað næsta, tí landsstyrismaðurin er kærumyndugleiki í slíkum málum. Boðini frá landsstyrismanninum kunna ikki tulkast ørvísi enn at landsstyrismaðurin vil hava møguleikan at blanda seg í mál av hesum slagi. Telduposturin kann hava sum avleiðing, at landsstyrismaðurin í fiskivinnumálum generelt verður ógegnigur at viðgera kærur yvir avgerðir um veiðuloyvir, sum Vørn hevur tikið viðvíkjandi veiðuloyvum heilt aftur til november 2015.

– Telduposturin frá 30. Juni 2016 nýtist ikki nakran kommentar. Telduposturin vísur greitt, at bæði landsstyrismaðurin og aðalstjórin vóru kunnaðir um, at veiðuloyvið hjá “Helenu” varð flutt til “Slættaberg”.

LES:    BOÐ FRÁ HØGNA HOYDAL TIL VØRN tann 13. nov. 2015

LES:    TELDUPOSTUR FRÁ VØRN TIL HØGNA HOYDAL um flyting av veiðuloyvum