”… Vit fara eisini at føra politikk uppá ein annan máta. Allar lógir og reglur skulu haldast, og verður nakað skeivt gjørt í landsstýrinum, so fær tað avleiðingar beinanvegin.”
”… Vit fara eisini at føra politikk uppá ein annan máta. Allar lógir og reglur skulu haldast, og verður nakað skeivt gjørt í landsstýrinum, so fær tað avleiðingar beinanvegin.”
Tað var boðskapurin hjá Høgni Hoydal í einum filmsbroti á ”Youtube” í sambandi við at ein veljarakanning í mai 2014 vísti, at táverandi andstøðuflokkar stóðu til at vinna eitt komandi løgtingsval.
Umframt avleiðingar fyri landsstýrisfólk, ið gjørdu nakað skeivt, lovaði Høgni Hoydal eisini, at minnilutaverja skuldi innførast, soleiðis at um 1/3 av løgtinginum vildi hava eitt mál til fólkaatkvøðu, so skuldu tey fáa tað.
Alt bendir á, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna nú hevur gjørt nakað skeivt í síni embætisførslu, so spennandi verður at vita, hvørjar avleiðingarnar verða.
Videoklippið kann síggjast her: https://www.youtube.com/watch?v=tXgJ_5m7GeU




