Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høgni Hoydal løgtingsmaður: Spurningar til Løgmann

John William Joensen

Munnligur fyrispurningur till øgmann um kanning hjá danska uttanríkisráðnum av avleiðingum fyri Føroyar í sambandi við møguliga ES-grundlóg og avtøku av donskum fyrivarnum.

1. Er løgmaður samdur við niðurstøðuni í kanningini hjá danska uttanríkisráðnum um, at ein møgulig ES-grundlóg og avtøka av donskum fyrivarnum før ongar rættarligar avleiðingar fyri Føroyar?

2. Hvørjar politiskar og fólkaræðisligar avleiðingar heldur løgmaður kunnu hugsast?

3. Heldur løgmaður, at tað er skilagott at almannakunngera eina kanning, sum bert endurtekur tað, sum øll vistu frammanundan, nevniliga, at ES-grundlógin formliga ikki verður sett í gildi fyri Føroyar?

4. Hvørja ávirkan heldur løgmaður at føroyingar fara at hava á uttanríkismál, verjumál, gjaldoyramál og rættarmál, um danir samskipa hesi málini í ES?

Tað tykist sum landsstýrið hevur góðtikið frágreiðingina frá danska uttanríkisráðnum um, at um danir samtykkja ES-grundlógina og taka av síni fyrivarni, so fær hettar ongar rættarligar avleiðingar fyri Føroyar.  Hetta verður m.a. sagt á heimasíðuni hjá løgmansskrivstovuni.

Men álvaratos. At ES-grundlógin ikki er galdandi formliga fyri Føroyar, vistu øll av frammanundan.

Tað áhugaverda er at lýsa avleiðingarnar av, at Danmark samskipar sín uttanríkispolitikk, verjupolitikk, gjaldoyrapolitikk, rættarpolitikk og ríkisborgarapolitikk við ES – meðan Føroyar standa uttanfyri og ganga aðra leið.

Og at siga, at hetta ongar avleiðingar fær, er í besta føri bláoygt – í ringasta føri beinleiðis villeiðandi.

Hvør velur gjaldoyra okkara?

Hvørja fólkaræðisliga ávirkan fara føroyingar at hava á eitt nú uttanríkis- og hernaðarmál, tá Danmark samskipar tey meira við ES?

Hvørja fólkaræðisliga ávirkan fara føroyingar at hava, tá Danmark skal reka tvey sløg av uttanríkispolitikki – ein saman við ES og ein fyri “gamla Danmark – saman við Føroyum og Grønlandi”?

Hvør er støðan um, Danmark nú saman við hinum ES-londunum bindur seg til at ganga ímóti hvalaveiði – kann so “Kongsríkið Danmarkar við Føroyum og Grønlandi hava eina aðra støðu” – og hvat trúvirði hevur tað so?

Og ein røð av øðrum spurningum taka seg upp, sum landsstýrið eigur at hava gjørt sær greitt.
 

Hoyvík, 11. apríl 2005

Høgni Hoydal