Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høgni Hoydal: Midnáttarrøða í Fuglafirði á Varmakeldu 2007: Fuglafjørður hevur hýst allari verðini

John William Joensen

Røðan sum Høgni Hoydal helt á Varmakeldu 2007

Fuglfirðingar. Eysturoyingar. Varmakeldugestir.

Her leikti tær lendið løg inn í sál,
og innast við strendur fekk sjógvurin mál,
ið ongantíð tagnar
óvæntað tær fagnar
við songi um landið sum stígur úr sjó.”

Soleiðis yrkir skaldið av Brekkumørk, Christian Matras.

Og hvørja ferð vit koma saman til stevnu og fólkslig tiltøk í Føroyum, hugsi eg um, hvussu ómetaliga stórt bragd tað er, at ein tjóð hevur ment seg, her mitt í Norðuratlantshavi.

Hvussu tað hevur eydnast at liva og fjølgast kring oyggjarnar í meira enn 40 ættarlið. Hvussu tað hevur borið til at skapa og endurnýggja mál, mentan og virðir, sum knýta tær fínu og ósjónligu meskarnar í tí neti, ið er okkara samleiki og lívsgrundarlag.

Við orðunum hjá Christiani Matras:

“…við ósæddum hondum
tað bant teir við bondum
ið rukku so víða sum verøldin rann.”

Okkara mæti landafrøðingur, Hans Holm, sigst einaferð at hava verið spurdur, um tað finnast onnur pláss í heiminum, sum líkjast Føroyum, tá ræður um landafrøði, náttúrugrundarlag, streym, veðurlag og so framvegis.

Hann kannaði málið og vendi so aftur við síni niðurstøðu. Hann hevði funnið tvey onnur pláss í heminum, sum líktust Føroyum akkurát. Tað er bara ein munur millum hesi plássini og Føroyar, legði hann so afturat: Í Føroyum býr fólk!

Hetta geva vit okkum alt ov sjáldan far um í einum gerandisdegi, har jagstranin eftir persónligum vinningi og materiellum dúsi, skjótt kann troðka felagsskapin og tey veruligu virðini burtur.

Stevnurnar styrktu samleikan
Stevnurnar, ið tóku seg upp kring landið í seinastu øld, hava verið andarhol í gerandisdegnum og løðarsteinar í tjóðarbyggingini í Føroyum. Har felagsskapurin, gestablídnið, skapandi mentanin og tað at virða og vera errin av síni søgu og eyðkennunum á sínum plássi, fekk rúmd og mál.

Gamli siðurin hjá fuglfirðingum og fólki úr grannabygdunum at vitja Varmakeldu á gomlu jóansøku, gjørdist ein føst og skipað stevna, har Fuglafjørður teir dagarnar er mitt í Føroyum og ger vart við seg.

Og spurningurin er, um Fuglafjørður ikki júst hevur verið ein sannur miðdepil í Føroyum seinastu øldina.

Í Fuglafirði runnu stríð saman
Kristian Osvald Viderø sigur í síni Saga Fuglafjarðar:

“Bygdin liggur innibyrgd av háum fjøllum, á at líta eins og stórur pottur. Leingi var lítið í honum. Bygdin var leingi lítil.” (…) Um leið átjan hundruð og sjeyti (…) vóru tríati hús í bygdini og tey vóru smá og skirvislig. Svá fátæksligt var, at tá ið mánalýsi var, sløktu menn koluna, meðan teir karðaðu, og tendraðu hana aftur, tá ið teir tóku at spinna.”

Skrivar altso Viderø.

Men vit vita, at hetta broyttist alt – serliga við fiskivinnusamfelagnum í 20. øld. Tá fjølgaðist í hesum potti, og Fuglafjørður hevur síðani verið ein stórur smeltipottur at kalla, har allar tær stóru rembingar og broytingar í føroyska samfelagnum hava runnið saman. Bæði vinnuliga, sosialt, politiskt og mentanarliga.

Fuglafjørður vaks fram sum bygd og síðani býur í størstu broytingartíð í Føroya søgu, og hevur hýst øllum teimum kreftum og teimum stríðum, sum hava skapt nútímans Føroyar í dag.

Her rúmaðust rembingarnar í trúarlívinum millum nýggjar samkomur og gomlu fólkakirkjuna. Í Her vóru sterkir viljar og fremstu oddafólk í trúarlívi føroyinga hava livað og virkað í Fuglafirði.

Úr Fuglafirði hava politisku rembingarnar millum loysing og samband og millum verkamanna- og vinnulívsflokkar verið djúpt kjølfestar, og oddafólk innan allar politiskar hugsjónir, eru fostrað.

Altjóðagjørt vinnulív áðrenn tað gjørdist mótaorð
Her hava verið vinnulívsfólk, sum hava roynt og litið allar leiðir. Frá sluppunum til alt slag av skipum og veiðheittum og til nútímans ídnað og framkomnastu tøkni.

Sjálvur hugsi eg eitt nú um portugalstrolaran Ólav Halga, ið var ein djørv satsing og skapti stórar inntøkur til landið. Eg plagi at reypa av, at eg havi verið við Ólavi Halga. – Tó tað var tíverri ikki í stóru driftini, men eftir at hann gjørdist vaktarskip. Har royndi fuglfirðingurin Ellintur Abrahamsen í tvey ár at fáa skil uppá meg. Og eg royndi at fáa skil uppá hann. Tá var ikki so sjáldan, at vit løgdu leiðina á Fuglafjørð til ymisk ørindi, og tað var altíð ein góð uppliving hjá einum unglingi.

Og eg hugsi ikki minst í dag um Havsbrún og Vónina. Millum fremstu fyritøkur um okkara leiðir, ið ikki bara eru grundarlag og veita vørur og tænastur til allar partar av føroyskari vinnu, men sum eisini taka ímóti rávøru frá øðrum og selja um allan heim. Fyritøkur, ið hava verið altjóðagjørdar og sett Føroyar mitt í verðina, langt áðrenn tað gjørdist mótaorð hjá politikarum at tosa um tað.

Eisini fyritøkur, ið verða drivnar av hugsjónarfólki, sum vilja varðveita virkini á føroyskum hondum og hava megnað at savna føroyskt vinnulív og íleggjarar um tað, hóast nógv boð eru komin aðrastaðni frá.

Fakfelagsstríðini í Fuglafirði
Og eisini í fakfelagsrørsluni hava verið hugsjónarfólk í Fuglafirði, ið hava barst fyri rættindunum hjá verkafólki. Eg hugsi eitt nú um landararnar í Fuglafirði, ið hava tikið síni stríð. Og um tiltikna merkjastríðið, har flakakvinnurnar í Fuglafirði stóðu saman móti krøvunum frá arbeiðsgevarunum um at eyðmerkja arbeiðið hjá hvørjari flakakvinnu sær.

Tað var um hesa hending, at skaldið Jóanes Nielsen, yrkti:

“Soleiðis eru Føroyar,
ein pyntaður handil,
skreyt og smíl í sýnisglugganum.
Soleiðis er allastaðni
uttan í Fuglafirði.
(…)
Soleiðis er tað, tá fólkið vaknar.
Í fátæku vindeygunum
lýsir vinskapur og samanhald,
ein glæma av sjálvsvirðing
ger bygdina vakra.”

Fjølbroytnið í Fuglafirði
Og í Fuglafirði hevur verið eitt ríkt mentanarlív, har mon listafólk eru sprottin. Og eisini her eitt ómetaligt fjølbroytni: Frá Siloa-kórinum, til gentukór og hornorkestur, Silly Boys og Stanley Samuelsen. Frá Frits Johannesen til Jógvan á Lakjuni og Niels Midjord. Alexandur Kristiansen og Heðin Kambsdal – og eg kundi hildið fram.

Og lat meg eisini nevna Herluf Berthelsen, sála, ið man eiga ein tann størsta heiðurin fyri at menna kvæðamentanina og dansin í nýggjari tíð. Gjøgnum Útvarpið, men eisini tí at hann átti sín stóra part av at niðurskriva og savna Føroya Kvæði, sum Jóannes Bóndi tók stig til.

Í ítrótti hava fuglfirðingar somuleiðis verið í fremstu røð innan flestu ítróttagreinar, kanska hondbólturin undantikin. Sjálvur gloymi eg ongantíð tað eyðkenda renningarlagið og ta longu tánna hjá Meinhardi Dalbúð, tá ÍF gjørdist Føroyameistari í fótbólti í 1979.

Fuglafjørður hevur somuleiðis lagt stóran dent á skúlaskapin og hevur fostrað lærarar, ið uttan iva eru orsøkin til, at býurin hevur staðið seg so væl í nútímans samfelagnum. Tað gevur at bíta nú klaksvíkingar royna at headhunta Signar á Brúnni til ein av sínum skúlum.

Og hvat við øllum originalunum? Ein býur, ið hevur savnað typur sum Nicolinu Midjord, Dan Reinert Petersen og Dánjal Vang, kann ongantíð gerast keðiligur.

Og lat meg ikki gloyma eitt: Tann, ið ikki hevur smakkað suppuna hjá Rustin á Muntra, hann hevur als ikki livað.

Tað man vera eindømi í heiminum, at ein býur við bert góðum 1.500 fólkum, hevur rúmað so fjølbroyttum virksemi og skapan – og so ymiskum samfelagsrákum og stríðum, ið annars bert eru eyðkend fyri stóru plássini í heiminum.

Hugsjónarloysi og tilvild valdar í Føroyum
Í dag standa vit eisini fyri broytingum og rembingartíðum, bæði í Føroyum og í øllum heiminum.

Hóast tann tøkniliga menningin í heiminum gongur við rúkandi ferð og vit siga, at allur heimurin verður bundin saman og gerst ein bygd, so gerst munurin millum tey ríkastu og tey fátækastu størri fyri hvønn dag. Útreiðslurnar til vápn og hermegi økjast við risalopum. Og hugurin hjá okkum, ið rópa okkum framkomnu tjóðirnar, at nýta kúlur og bumbur at loysa ósemjur langt burur frá okkara egnu londum, vindur bara uppá seg.

Og tað gerst nú eisini eyðsýnt hjá øllum, at tann tøkniliga menningin og ótálmaða framleiðslan av materiellum ríkidømi, hevur ovurtroytt jarðarknøttin so nógv, at vit broyta veður og vind.

Her heima hjá okkum eru vit í eini støðu, har vit sum tjóð í heiminum reka fyri váð og vind. Tað er eins og vit sigla í klingur, hóast motorarnir ganga heitir.

Í slíkum broytingartíðum ræður ofta tilvildin. Hugsjónirnar gerast kámar. Tær ósjónligu træðrirnar, ið binda okkara lív og virði saman, kunnu skjótt slitna. Tilvildarligar politiskar avgerðir, kunnu skjótt skeikla alla ta javnvág og tey virðir, ið eru skapt gjøgnum mikið stríð, gjøgnum fleiri ættarlið.

Og ábyrgdin liggur altíð onkra aðrastaðni. Vit hava sæð tað nú, við søluni av Føroya Banka. Við ógrundaðum skattalættum. Við vantandi átøkum fyri skúlaskap, gransking og mentan. Við okkara vantandi átøkum til tess at tálma okkara útláti av veðurlagsgassum. Við knappliga at lýsa okkum sum Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne, har nú eisini Merkið verður vundið á stong undir Dannebrog, tá okkara ítróttarfólk taka lut í Oyggaleikunum á Rhodos.

Tað er í slíkum broytingartíðum, at okkum tørvar at seta kikaran á okkara samleika og okkara mentanarligu og sosialu virði. Annars er vandi fyri at líkasælan breiðir seg alt meiri og øll bara fara at hugsa um at sæta sær og sínum.

Okkum tørvar eina nútímans tjóðskaparrørslu
Tað er í slíkum broytingartíðum, at okkum tørvar eina nútímans tjóðskaparrørslu, har vit viðgera tey virðir, ið vit vilja lata frá okkum til okkara eftirkomarar, ið skulu búgva her í Norðuratlantshavi. Eina nútímans tjóðskaparrørslu sum ásannar, at til tess at menna okkum frameftir, eiga vit at gerast ein javnsettur partur av heiminum, har okkara samleiki og virðir, hvørki er betri ella verri tey hjá øðrum, men kann menna seg á jøvnum føti við onnur.

Og eftir mínum tykki eigur ein nútímans tjóðskaparrørsla í Føroyum at hava støðið í tí fjølbroytta sum eitt høvuðsvirði. Tað sama fjølbroytnið og evnini at liva saman og standa saman, hóast ósemjur um hugsjónir, trúgv og vinnulív, sum vit hava sæð her í Fuglafirði farnu øldina.

Alt tað, sum vit innast inni er best við, tá til stykkis kemur, er ofta tað, vit hava stríðst mest um. Um tað er málið, mentanin, flaggið, útbyggingin av samfelagnum, býtið av samfelagságóðum, loysing ella samband, so standa vit – ella fara at enda at standa – saman um tað, tá stríðini eru tikin og vit hava tikið støðu til tey á ein fólkaræðisligan hátt og lagt okkara virðir í tey.

Mín vón er, at Føroyar fara at menna seg sum eitt samfelag, har vit kunnu hava ein sterkan samleika og sjálvsvirðing sum tjóð – og taka lut og ábyrgd ímillum onnur lond í heiminum.

Og at føroyingar støðugt menna seg sum eitt fólk, ið hevur virðing fyri øðrum og tryggjar øllum síni rættindi. At vit lata tey fjølbroyttu skapanarevnini hjá hvørjum einstøkum og tann lívsháttin tey hava valt, fáa rúmd. Úr tí fara vit støðugt at mennast sum samfelag.

Mín vón er somuleiðis, at vit styrkja samhaldsfestið okkara millum, har ikki bert tann sterkasti vinnur og tilvildin í frumskógarlógini sleppur at ráða.

Seta mentanina fremst
Og tað besta amboðið til at røkka hesum vónum, er eftir mínum tykki at styrkja og nútímansgera mál, mentan og skúlaskap í Føroyum. Vit eiga at seta mentanina og skúlaskapin fremst. Tí tað verður eisini grundarlagið fyri búskaparligu og vinnuligu menningini í Føroyum frameftir.

Tey mentanarligu og menniskjaligu virðini verða avgerandi fyri, um fólk eisini býr í Føroyum og í Fuglafirði um hundrað ár.

Tað er her okkara uppgáva liggur.

Við orðunum hjá Christiani Matras:

“Og tíðin hon blásti við gandandi ond
á lív ið varð livað á bø og við strond,
ein óskrivað søga,
ein orðaleys røða
um fólkið her livdi skapaði tjóð.”

Við hesum orðum fari eg at takka fyriskiparunum fyri at bjóða mær til Fuglafjarðar her í kvøld. Og eg fari at takka tykkum sum lýddu á og ynskja øllum eina góða Varmakeldustevnu framhaldandi.