Ljóðbrot: Óluva Klettskarð setti í morgun fyrispurning um støðuna í fiskivinnuni.
Ljóðbrot: Óluva Klettskarð setti í morgun fyrispurning um støðuna í fiskivinnuni.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vísti á í løgtinginum í morgun, at fiskivinnan á nógvum økjum hevur fingið munandi betri umstøður enn hon hevði undir gomlu samgongunum.
Kjak um fiskivinnupolitikk var í løgtinginum í morgun. Orsøkin var, at løgtingskvinnan hjá Tjóðveldinum, Óluva Klettskarð, hevði sett ein munnligan fyrispurning um støðuna hjá fiskivinnuni til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal. Landsstýrismaðurin vísti á fleiri økir, har fiskivinnan hevði fingið munandi betri umstøður, síðani hendan samgongan tók yvir. Hann vísti m.a. á øktar møguleikar hjá heimaflotanum og hækkingar av kvotum.
Undir orðaskiftinum høvdu Jákup Mikkelsen, Bill Justinussen, Kári P. Højgaard, Jenis av Rana og Bjørt Samuelsen eisini viðmerkingar.
Hoyr orðaskiftið frá løgtinginum í morgun við at klikkja á niðanfyri:




