Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høgni Hoydal segði ósatt á fundi í Klaksvík

Eivind Jacobsen/John William Joensen

Nevndin hevur fingið harraboð um at tað skal verða ein uppboðssøla. Tað er einki ivamál um tað. Somuleiðis hevur nevndin fingið harraboð um at 100% skulu umvegis uppboðssølu. Tað er eisini rímuliga klárt at presisering/harraboð kom, tí nevndin ikki megnaði at koma við einum skilagóðum uppskotið um uppboðssølu og var í iva um hugtakið “marknaðar stýrd skipan”

Nevndin hevur fingið harraboð um at tað skal verða ein uppboðssøla. Tað er einki ivamál um tað. Somuleiðis hevur nevndin fingið harraboð um at 100% skulu umvegis uppboðssølu. Tað er eisini rímuliga klárt at presisering/harraboð kom, tí nevndin ikki megnaði at koma við einum skilagóðum uppskotið um uppboðssølu og var í iva um hugtakið “marknaðar stýrd skipan”

Nýskipanarnevndin hevur uttan iva spurt seg sjálva: Hvat er ein “marknaðar grundað skipan”? Tí hevur nevndin biði landstýrismannin um eina útgreining. Er hetta hugtak einans avmarkað til eina eina almennuppboðsølu? Á slíkari uppboðssølu ber ikki til hjá vinnuni at handla loyvini sína millum. Skal eitt loyvi skifta eigara, so skal tað latast ókeypis inn til almennu búðina og tí hevur hetta neyvan nakað við eina marknaðar stýrda skipan at gera.

Eftir fund millum nevndina og landstýrismannin á Hotel Vágum, tríggjar dagar eftir almenna fundin í  Skúlanum á Skúlatrøð, biður formaðurin í nevndini at fáa hugtakið, nágreina skrivliga frá landstýrismanninum. Og so seint sum 31. august sker Høgni út í papp at hugtakið “marknaðar stýrd skipan” einans merkir ein almennuppboðsøla og tí skal nevndin ikki fáast við onnur sløg av marknaði.

Vit kunnu tí staðfesta at Høgni Hoydal segði ósatt á fundi í Klaksvík, sum var útvarpaður til Føroya Fólk. Vit kunnu eisini staðfesta, at arbeiðssetningurin, sum tinglimurin Óluva Klettskarð (http://cdn.lms.fo/media/7508/arbeiðssetningur-o-a.pdf ) vísur til er einans fyrsta útkast, sum verður brúkt alment, meðan tey skriv nevndin seinni hevur fingið eru kravboð frá landsstýrismanninum til nevnd. Tey vóru duld fyri almenninginum og politisku skipanini til Norðlýsið almannakunngjørdi tey í gjár. http://nordlysid.fo/landsstyrismadurin+avmarkadi+arbeidssetningin+hja+fiskinyskipannarnevndini.html

Eisini kann prógvast, at fiskimálaráði framvegis noktar almenninginum og politisku skipanini  innlit í partar av tí sum Høgni Hoydal skrivar til nevndina. http://nordlysid.fo/fiskimalaradid+noktar+innlit+i+samskifti.html

Norðlýsið hevur kært noktaða innlitið til Fiskimálaráðið, men hevur ikki enn fingið svar.

Málið hevur stóran týdning. Eitt er at tað kann prógvast at landsstýrismaðurin de-facto segði ósatt, men verri er, at tingmenn nú eisini byrja at villeiða seg sjálvar.

Vit kunnu leystliga roknað okkum fram til at avleiðingin av uppboðssøluni í ár er, at millum 3 og 4 milliónir verða minni partafelagsskattur í kommunukassanum hjá Klaksvíkar kommunu í 2017. Hetta tí at CÍG og JFK hava keypt kvotur á uppboðssølu fyri millum 30-40 mió. (í rundum tølum) og hesar 3-4 mió. tekur landskassin, beinleiðis úr kassanum hjá Klaksvíkar Kommunu. Og tá er ikki írokna minking í avleiddum virksemi hesar 30-40 mió. kundu skapt.

Sí video

frá fundi í skúlanum í Skúlatrøð. Fimm dagar eftir hendan almenna fundin sendir Høgni Hoydal skrivlig harraboð til Nýskipanarnevndina. Somu boðini hevði hann, sambært landstýrismanninum sjálvum, givið nevndini munnliga á fundi í mai mánað.

Harleyfacadeacryl