Munnligur fyrispurningur til Bárð Nielsen, landsstýrismann um nýtsluna hjá kommunum síðani 2004
1. Hvussu nógv eru samlaðu útreiðslurnar hjá kommununum øktar í krónum og í prosentum, síðani sitandi landsstýrið tók við í 2004 – býtt á íløgur og rakstur?
2. Hvat hevur landsstýrið gjørt til tess at tryggja, at kommunala nýtslan er ikki skapar ójavnvág í samfelagsbúskapinum sum heild.
3. Hvussu er býtið í ymsu økjunum í landinum viðvíkjandi kommunalu nýtsluni.
4. Hvørjar avtalur eru gjørdar við kommunurnar um fíggjarætlanirnar fyri 2007, og hvørjar samráðingar hava verið millum landsstýrið og kommunurnar um avleiðingarnar av framlagda skattalættanum fyri kommunurnar?
5. Hvørjar íløgur veit landsstýrismaðurinum hjá kommunum, sum kunnu elva til stóra øking í rakstrarútreiðslunum hjá kommununum?
6. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin, at kommununurnar skulu fíggja sín rakstur, um skattainntøkurnar hjá kommunum minka orsakað av skattalættanum hjá samgonguni ella orsakað av minkandi virksemi og arbeiði í einstøku kommununum?
Viðmerkingar
Onki hoyrist ella sæst til nakran politikk hjá landsstýrinum viðvíkjandi kommunanna parti av landsbúskapinum, uttan tað, at landsstýrið trýstir ávísar kommunur í sunnaru helvt av Suðuroynni at lána meira pening.
Til tess at fáa greiði á, um nakar politikkur, nøkur meting ella nøkur ætlan finst, verður hesin spurningur settur landsstýrismanninum.
Á Løgtingi 14. november 2006
Høgni Hoydal