Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høgni Hoydal spyr løgmann um eina sjúkrahúsleiðslu

Høgni Hoydal

Høgni Hoydal

løgtingsmaður

Munnligur fyrispurningur

til

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann

Viðvíkjandi at skipa eina leiðslu í sjúkrahúsverkinum

1. Hvørjar politiskar viðgerðir og fyrireikingar eru gjørdar í landsstýrinum, tá løgmaður boðar frá undir 1. viðgerð av fíggjarlógini, at ein leiðsla skal skipast fyri øll sjúkra­húsini í sjúkrahúsverkinum?

2. Hvørjar fakligar fyrireikingar og frágreiðingar eru gjørdar til hetta uppskot frá landsstýrinum, sum løgmaður nú hevur boðað frá?

3. Hvat samskifti og hvørjar samráðingar hava verið millum leiðslurnar, fakfeløg, áhugafeløg og onnur avvarðandi í sjúkrahúsverkinum undan hesum uppskoti frá landsstýrinum?

4. Er hetta partur av frágreiðingini, sum landsstýrismaðurin í heilsumálum leggur fyri tingið til aðalorðaskiftis um heilsupolitikk og ætlanirnar frameftir?

5. Nær verður uppskotið sent til hoyringar og lagt fyri tingið?

Á Løgtingi, 8. oktober 2013

Høgni Hoydal

Harleywoodpaint