Skrivligur fyrispurningur til løgmann um búskaparligar grundgevingar fyri skattalættanum hjá landsstýrinum
1.
2.
3.
4.
5.
6.
7.
8.
9.
Viðmerkingar
Øll eru helst rímiliga fegin um at tað eydnaðist, áðrenn hetta landsstýrið tók við:
–
–
–
–
–
–
Var tað ikki gjørt – men allur blokkstuðulin brúktur til rakstur ella skattalættar, sum m.a. táverandi andstøða á tingi mælti til – so er ikki ringt at ímynda sær, hvussu føroysku búskapurin hevði verið fyri tá alivinnan fór á heysin, rækjuflotin fór nærum allur, fiskaprísir fullu og oljuprísurin hækkaði.
Men tað bar til at tálma sveiggjum og sleppa undan nakrari kreppustøðu, tí ein veruligur búskaparpolitikkur framímóti einum sjálvberandi búskapi, hevði verið førdur.
Øll hesi mál og hendan ábyrgd tykist nú slept.
Sitandi landsstýri sigur seg á pappírinum vilja reka ein búskaparpolitikk, sum tálmar sveiggjum í búskapinum og tosar enntá um at “reka ein skynsaman búskaparpolitikk” og at taka undir við einum “sjálvberandi búskapi”.
Men hetta hevur eftir spyrjarans tykki onki hald í veruleikanum.
Eftir meting undirritaða rekur sitandi landsstýrið als ongan búskaparpolitikk, men hevur bert framskrivað tøl á fíggjarlógini á útreiðslusíðuni og brúkt av uppsparda penininginum í landsbankanum frá undanfarnu samgongu, meðan inntøkusíðan bert verður ávirkað av tilvildarligum útlánspolitikki hjá peningastovnunum og av ógrundaðum skattalætta.
Kommunanna partur av búskapinum flýtur harafturat í leysum lofti – og landsstýrið gongur sjálvt á odda fyri at trýsta skuldartyngdar kommunur at seta seg í størri skuld.
Við hálvum eyga sæst, at talan er ikki um skynsaman politikk ella at tálma sveiggjum. Hinvegin kann tilvildin bert økja um sveiggini í búskapinum og skriva rokningar út til komandi ættarlið.
Í løtuni er privata og almenna nýtslan og virksemi í Føroyum so mikið stór, at tørvur er á arbeiðsmegi og handilsjavnin gevur stórt hall.
Í londum, sum hava stóran heimamarknað og eginframleiðslu av nýtsluvørum, verður hildið, at skattalættar í tíðum við stórum virksemi og tørvi á arbeiðsmegi, bert kunnu elva til yvirhiting og inflasjón í búskapinum. Tí fer ongin ábyrgdarfullur politikari at spæla hazard við framtíðini og fremja skattalættar undir slíkum umstøðum.
Í Føroyum fer meginparturin av privatu nýtsluni til innflutning og ongi onnur politisk amboð eru til taks at tálma inflasjón.
Tí er tað eftir spyrjarans tykki rætt og slætt ábyrgdarleyst og ógrundað, at landsstýrið nú fremur skattalættar, ið bert kunnu elva til økta nýtslu hjá vælbjargaðum samfelagsbólkum og sum kann fara at økja hallið á handilsjavnanum umframt at elva til inflasjón.
Á Løgtingi 14. november 2006
Høgni Hoydal




