”Eg havi onki við uppstilling av einstøkum valevnum at gera, og havi heldur ikki á nakran hátt tikið lut í viðgerðini av seinastu uppstillingini” sigur Høgni Hoydal
– Tvørturímóti hava eg og starvsnevnd floksins ynskt, at uppstillingin fór fram sambært uppskotinum frá starvsnevnd floksins, har feløgini hava eina fasta kvotu, sum tey skulu stilla upp, og at tey uppstillaðu skulu hava tilknýti til tað økið, tey stilla upp fyri.
– Hetta uppskotið vann tó ikki frama á eykaflokstingi, meðan tann mannagongdin, sum nú er nýtt, varð samtykt.
– Heldur ikki er nakað stríð um valskrá floksins, men øll valevni viðgera og koma við uppskotum til valskránna, til hon er endaliga samtykt.”




