Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høgni í Stórustovu, formaður i Kappingarnevndini: B36 venjarin leikbannaður

John William Joensen

Hóast dómarin einki hevur skrivað um atburðin hjá B36 venjaranum, í samband við nógv umtalaða dystin millum havnafeløgini, so hevur kappingarnevndin avgjørt at leikbannað Sigfríð Clementsen

Høgni í Stórustovu, formaður í kappingarnevndini hjá fótbóltssambandinum, sigur at nevndin helt at atburðurin hjá Sigfríði Clementsen, var so mikið álvarsligur at kappingarnevndin sjálv valdi at taka málið upp og hevur givið venjaranum leikbann ein leikdag.
– Vit meina tað at feløgini eiga at hava stýr á sínum leiðaranum, og tí er talan um eitt álvarsmál tá ítróttarleiðarar ikki duga sær hógv.
– Vit høvdu eitt mál í fjør tá hjálparvenjari hjá saman felag eisini fekk leikbann ein leikdag, og tí valdu vit at halda okkum til hetta.
 
Fokus á feløgini
Formaðurin í kappingarnevndin sigur at nevndin eisini hevur umrøtt umrøðuna av dómarum í fjølmiðlunum og at nevndin nú fer at seta fokus á hetta.
– Tað er vorið alt meira vanligt at loyva niðurgering av dómarum og ætla vit at seta fokus á henda ágang.
– Feløgini eiga at hyggja eftir sínum egna atburði og gera øll tað so fara tingini nokk at koma í rættlag.
– Um verðandi gongd sleppur at halda fram kunnu vit missa dómarar, tí vit skulu minnast til at dómaragerningurin verður framdur frívillugt og at hetta er eitt frítíðarítriv.
Kritikkurin vendur skeiva vegin og tí fara vit at kalla feløgini saman at viðgera henda spurning, sigu Høgni í Stórustovu, formaður í Kappingarnevnd FSF´s.