Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høgni Lisberg á Summar Festivalin

(Erik Biskopstø)

Høgni Lisberg er ikki bara góður í studio og á fløgu, hann er eisini framúrskarandi á palli, og hann kann upplivast Live á Summarfestivalinum í ár.

Tað er nógv vatn runnið í ánni, síðani Høgni Lisberg bukaði trummur í rockbólkinum Clickhaze. Síðani hann sleptu trummustikkarunum hevur hann ment seg til ein tann besta og best umtókta føroyska tónleikaran.

Hann skrivar og spælir egnan tónleik, sum hittar bæði í Føroyum og í útlandinum, og seinasta útgávan hjá honum er eitt framúr verk við góðum og fangandi rocktónleiki.

Høgni Lisberg er ikki bara góður í studio og á fløgu, hann er eisini framúrskarandi á palli, og ein av bestu framførslunum nakrantíð á Summar Festivalinum var, tá ið Høgni Lisberg spældi í tjaldinum fyri tveimum árum síðani.

Í fjør spældi Høgni ikki nógv live. Nú er Høgni Lisberg aftur á skránni til Summar Festivalin, og í august ber til at uppliva eitt tað heitasta føroyska tónleikanavnið spíla seg út á føroyskum festivalpalli.

Í dag er seinasta freist at keypa atgongumerki til Summar Festivalin fyri bíligasta prísin.