Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høgni Madsen flytur heim

Jákup Ósá

Høgni Madsen flytur nú heim til Føroyar og verður at síggja í Effodeildini í 2015.

Høgni Madsen hevur í eina tíð búð í Danmark, har hann hevur gingið á læraraskúla. Í fjør spældi hann við EB/Streymi ein part av árinum, men tá reisti hann ímillum Føroyar og Danmark, tá tað annars ikki var feria í skúlanum.

Men í 2015 fer Høgni mest sannlíkt at fáa ein størri leiklut í Effodeildini. Tí nú flytur hann heim til Føroyar at búgva og fer eftir summarsteðgin at lesa víðari á læraraskúlanum í Tórshavn.

– Eg flyti heim til Føroyar, so skjótt ein sáttmáli er komin uppá pláss. Eg havi tosað við fleiri feløg, men í løtuni tosi eg konkret við eitt felag, sigur Høgni Madsen við Norðlýsið.

In.fo hevur áður skrivað, at Høgni Madsen verður avloysarin hjá Heina Vatnsdal í HB. Høgni vil hvørki vátta ella avsanna, at tað verður HB, sum verður hansara komandi felag.