KÍ hevur gjørt sáttmála við fyrrverandi KÍ leikaran Høgna Madsen tað sum eftir er av kappingarárinum
KÍ miðvallarin Erland B. Danielsen fekk knæskaða í dystinum ímóti B68 ígjár og verður væntandi úti í nakrar vikur.
Í hesum sambandi hevur KÍ gjørt sáttmála við Høgna Madsen, sum áður hevur leikt í KÍ.
Høgni verður við til venjingina í kvøld kl. 18.00 á Injector Arena, skrivar KÍ heimasíðan www.ki.fo




