Nevndirnar í Fótbóltssambandinum hava nú skipa seg
Aftaná aðalfundin 18. februar hava nevndirnar í FSF skipað seg. Undan aðalfundinum hevði Bjarki Mohr boða frá, at hann stillaði ikki upp aftur. Í hansara stað er komin Høgni í Stórustovu. Avgjørt er, at Høgni skal røkja formanssessin í Kappingarnevndini. Høgni, sum í sínum ungu árum spældi í HB-verjuni, hevur sítt dagliga yrki, sum løgfrøðingur í fíggjarverðini. Hinir báðir í Kappingarnevndini eru Karl Vidtfeldt og Rúni Heinesen. Annars eru høvuðsnevndirnar í FSF óbroyttar.




