Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høgni roynir at turka innanfloks ósigur av uppá løgmann

John William Joensen

Í sambandi við málið um fiskidagarnar gjørdi Høgni Hoydal fleiri ferðir greitt, bæði frá tingsins røðarapalli og í fjølmiðlunum, at hetta mál var at rokna sum ein kabinettspurningur.

Stóð ein samlaður tingbólkur ikki aftanfyri uppskotið frá teirra egna landsstýrismanni, var Tjóðveldi ikki at rokna sum ein stjórnarberandi flokkur, og hetta tí sjálvsagt skuldi fáa avleiðingar.

Tá málið kom til endaliga viðgerð í tinginum vísti tað seg, sum øll vita, at Tjóðveldi ikki megnaði at standa saman. Saman við andstøðuni legði ein av tinglimum floksins fram eitt mótuppskot, sum varð samtykt. At úrslitið av hesum fór at verða, at Tjóðveldi fór úr samgonguni, mundi fáur ivast í – væl at merkja, um orðini hjá formanninum skuldu takast fyri fult. Men tað vísti seg seinri, at hesum var eingin orsøk til.

Eftir hendingina í tinginum skuldi floksleiðslan formliga taka undir við floksformanninum, men tað hendi ikki. Floksleiðslan vildi ikki nýta hetta sum orsøk fyri at slíta nakra samgongu.

Høgni Hoydal kom sostatt í eina keðiliga støðu, og skuldi hann taka orðini í seg aftur, mátti ein syndabukkur finnast, og tað er nú blivið løgmaður. Tí nú er frágreiðingin frá tjóðveldisformanninum, at løgmaður hevði bønað og biðið hann um ikki at fara úr samgonguni, og hesum eftirlíkaði hann.

Veruleikin er bara ikki so. Løgmaður hevur ikki bønað og biðið Høgna um ikki at slíta samgonguna. Øll væntaðu vit sjálvandi, at floksleiðslan hjá Tjóðveldinum tók undir við formanninum og fór úr samgonguni. Men Høgni hevði forroknað seg. Veruleikin bleiv tann, at Høgni tapti eina innanhýsis uppgerð í flokkinum, sum hann var alt annað enn erpin av, og sum hann nú roynir at turka av uppá løgmann.

Katrin Dahl Jakobsen, løgtingskvinna

Harleyfacadeacryl