Er nøkur gerð aftanfyri orðini hjá Eidesgaard um peningastovnar og rentur?
Á tingfundinum í dag, skal Jóannes Eideagaard svara hjálagda fyrispurningi, um nakað samsvar er millum orð og gerð hjá honum, tá hann hevur talað at rentupolitikki peningastovnanna og hevur eitt nú tosað um, at Húsalánsgrunnurin skal vera alternativur sethúsafíggjari.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
Høgni Hoydal
Løgtingsmaður
Munnligur fyrispurningur
til
Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann, um politikk mótvegis peningastovnum, rentum og avgjøldum
1. Hvussu ber tað til, at landsstýrismaðurin í fjølmiðlunum nú leggur aftir peningastovnunum fyri teirra rentupolitikk, tá hann higartil onki hevur viljað gjørt við hetta í verki í sambandi við bankapakkar o.a.?
2. Hví tosar landsstýrismaðurin í fjølmiðlunum um, at eitt nú Húsalánsgrunnurin skal kunna kappast við peningastovnarnar um sethúsafígging, tá hann samtundis hevur borið uppskot í tingi, sum tekur henda møguleika frá Húsalánsgrunninum?
3. Hvussu nógv hevur tað kostað landskassanum í rentustuðli til provisjón av umløgdum lánum í tíðarskeiðnum frá tí, at landsstýrismaðurin boðaði frá, at hesin møguleiki skuldi takast av, til hann legði uppskot um hetta fyri tingið?
Viðmerkingar
Onki samsvar tykist vera millum orð og gerðir hjá landsstýrinum. Í sambandi við bankapakkar, rentustuðulslóggávu o.a., hava tingfólk óteljandi ferðir heitt á landsstýrið og lagt uppskot fram um at seta krøv til peningastovnar og støðga rentuspekulasjón. Landsstýrið hevur gjørt tað øvuta og víst øllum aftur.




