Atli Suni Leo, sum í mong ár hevur starvast í fíggjarmálaráðnum, eitt skiftið sum aðalstjóri í fíggjarmálum, og í dag sum høgt standandi ráðgevi í ráðnum, skrivar at við at stovnseta ein fiskivinnugrunn, gongur landsstýrið beint ímóti tilráðing, sum løgtingið fekk frá serligu grein 19 nevndini, sum varð sett av løgtinginum at kanna skipamálini í 1980-unum

Atli Suni Leo skrivar umvegis Facebook mánadagin:
Tað verður áhugavert at vita hvussu Løgtingið í dag fer at atkvøða við 2. viðgerð um at skipa Fiskivinnugrunn, sum fylgir nútíðar rákinum um at leggja alment virksemi uttan fyri fíggjarlógina.
Í hesum sambandi kundi tað hóskandi verið endurgivið úr frágreiðingini um 80-árini hjá §19-nevndini, sum varð latin Løgtinginum í 2000:
“Nevndin heldur tað vera týdningarmikið, at skeivleikar og mistøk, ið eru gjørd, verða ikki gloymd, men verða lærdómur fyri eftirtíðina. Um so er, hevur §19-frágreiðingin loyst eina týðandi uppgávu.”, s. 11.
“§19-nevndin er sannførd um, at skipanin við nógvu landskassagrunnunum var ein orsøk til, at politikarar og landsumsitingin mistu tamarhaldið á útreiðslunum og gjaldføri landskassans í 80-árunum, serliga seinast í 80-árunum, tá ið upphæddirnar gjørdust stórar. Broytingin í fíggjarlógarmannagongdini á hesum øki kom tó alt ov seint, og ikki fyrr enn trupulleikarnar av álvara høvdu tikið seg upp. Skipanin við grunnunum gjørdi sítt til, at búskapurin varð ovurspentur, og hetta sást ikki beinleiðis aftur í fíggjarlóg og landsroknskapi.”, s. 111.
3.viðger fríggjadagin
Løgtingið samtykti uppskotið frá landsstýrinum við 14 atkvøðum fyri og 13 ímóti, í gjár.
Triðja viðger verður fríggjadagin.
Umsitingin hjá løgmanni ávarðar ímóti
Løgmansskrivstovan heldur tað vera undrunarvert, at Fiskimálaráðið við hesum lógaruppskoti ætlar
Les viðmerkingarnar frá umsitingini hjá Løgmanni her