Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høgtíð í dýrdarveðri

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Tað man vera sjáldan, at veðrið er so gott, sum tað hevur verið hesa jólahøgtíðina.

Vágin í Klaksvík er frá nátúrunnar hond eitt tað tryggasta plássið hjá bátum og skipum at liggja – eisini tá ið ódnarveður er.

Og tað er heldur ikki so sjáldan, at vágin liggur so spegilsblonk, at bátar, bygningar og fjøll speglast í henni.

Tó man tað vera langt ímillum at silvitnið hevur verið so klárt og so drúgt á vánni eina jólahøgtíð, soleiðis sum tað hevur verið hesa høgtíðina.

Fólk hava eisini notið og njóta hesar dagar, sum koma væl við hesa ársins tíð, nú veturin enn hevur fult ræði á veðri og vindi.

Men nú jóladagarnir eru farnir afturum, er greitt, at vit eru komin um stytsta dag, og vit kunnu so smátt aftur byrja at gleða okkum til, at dagurin fer at leingjast.

Longu á Pálsmessu, 25. januar, koma Súlan og Lomvigin undir land, og á Kyndilsmessu, 2. februar, verður sagt, at dagurin er longdur eina økt (3 tímar) síðan stytsta dag.

– – –

Jú, víst fer hann at øtla aftur, men somikið meira ræður um at taka og njóta tær góðu løturnar.

Harleywoodpaint