Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høgtløntir danir ynskja at arbeiða í útlandinum

(Hannefía Joensen)

Tað tykist trekt hjá dønum at fáa vælútbúgvið fólk heimaftur.

Í 2003 ynsktu 30 prosent av útlendisdønum at verða búgvandi í útlandinum. Hetta talið er nú økt til 40 prosent, verður upplýst frá Dansk Industri.

60 prosent av teimum, ið spurdir vórðu geva høga skattatrýstinum skuldina, nú skatturin verður lækkaður í londunum uttan um okkum.

Sambært Dansk Industri hevur Danmark síðani 1980 mist 14.000 fleiri háútbúgvin, enn tað eru fingin aftur úr útlondum.

Lesi grein inni á www.keldu.com. Kelda:180grader.