Franski forsetin, Francois Hollande, gjørdi í gjárkvøldið eina roynd at fáa vent søguliga lágu undirtøkuni, hann fær frá fronsku veljarunum. Hetta varð gjørt í einum beinleiðis sjónvarpsorðaskifti millum forsetan og umboð fyri veljararnar.
Umframt journalistar sluppu fýra vanligir borgarar eisini at seta forsetanum spurningar.
Aftaná sendingina søgdu tríggir av hesum fýra borgarunum, at forsetin hevði ikki megnað at sannført teir um, at hansara politikkur var tann rætti. Teir hildu seg ikki hava fingið spurningarnar svaraðar, og eingin av teimum ætlar at velja Hollande, um hann stillar uppaftur til forsetavarlið, sum verður um eitt ár.
Sambært veljarakanningum siga 69 prosent av fronsku veljarunum, at Hollande hevur verið ein vánaligur forseti.




