Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hollendarar gjørt íløgur fyri tilsamans 450 mió. kr. í føroysku fiskivinnuni

John William Joensen

Lars Løkke er samdur við sjónarmiðini hjá Hollendska forsætisráðharranum um fremmandan kapital í fiskivinnuni. Hollendska stór reiðarafelagið, eigur í 18 føroyskum skipum og hevur harafturat bygt eitt uppisjóvarvirkið áðrenn nakað tílíkt virkið var í Føroyum.

Lars Løkke er samdur við sjónarmiðini hjá Hollendska forsætisráðharranum um fremmandan kapital í  fiskivinnuni. Hollendska stór reiðarafelagið, eigur í 18 føroyskum skipum og hevur harafturat bygt eitt uppisjóvarvirkið áðrenn nakað tílíkt virkið var í Føroyum.

Norðlýsið hevur fingið innlit í notat frá telefonsamrøðu millum embætisfólk, á løgmannskrivstovuni og í danska Forsætismálaráðnum. Forsætismálaráðið ringdi til Løgmansskrivstovuna eftir at hollendski sendiharrin í Keypmannahavn hevði verið á fundi í danska forsætismálaráðnum, um fremmandan kapital í Føroysku fiskivinnuni.

Samrøðan var tann 20. juni og notati er skrivað dagin eftir.

Forsætismálaráðið greiður løgmannskrivstovuni frá at boðskapurin frá sendimanninum var, at hollendska vinnan og teirra almennu myndugleikar eru sera illa við av uppskotinum hjá landsstýrinum um at seta forboð fyri útlendskum kapitali í fiskivinnuni. Serliga er tað eitt stórt Hollendskt felag, hevur hevur gjørt íløgur fyri áleið 450 mió. kr í 18 skip og eigur eitt uppisjóvarvirki. Sendiharrin staðfesti, at Føroyar hava heimild at seta slíkar reglur í gildi, men tað kemur sera illa við hjá teimum. Hesar reglurnar harmonera ikki við evropeiska mátan at arbeiða uppá, har holdningurin er, at opna meira upp fyri samhandli og samstarvi.

Hann helt eisini, at slíkar reglur fóru at gera tað trupult hjá Føroyum at fáa útlendskan kapital til Føroyar í framtíðini, tá føroyingar kundu finna uppá slíkt.

Hetta kom at ávirka framtíðar fiskivinnusamráðingarnar við ES. Holland er partur av ES samráðingunum. Og at seta slíkar reglur í gildi fer ikki at økja um good will kapitalin hjá Føroyum.

Sambært danska forsætisráðnum hevði ráðið mótvegis sendiharranum lagt dent á, at Danmark ikki blandar seg í føroysk mál, hóast danski forsætisráðharrin var samdir við støðu Hollands í hesum málið. Sum skilst høvdu danir eisini greitt frá, at fiskivinnureformurin hevði verið eitt ”langt sejt træk” hjá landsstýrinum og at málið nú liggur í løgtinginum. Danska forsætismálaráðið gjørdi greitt at meiningin hjá danska forsætismálaráðharranum, var at hetta er tann generella støðan hjá donsku stórnini til samhandil og fría flyting av kapitali millum londini. Tey hava ikki specifikt umrøtt spurningin við forsætisráðharran í mun til málið um fiskivinnu nýskipanina hjá okkum…….