Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

HOLOCAUST MINNINGARLØTA Í LØKSHØLL Í DAG

Vinafelagið Føroyar-Ísrael  shalom.fo

27. januar 1945 var dagurin, tá ið teir sameindu komu fram at týningarleguna Auchwitz og settu seinastu fangarnar har í frælsi. ST heitti herfyri á øll heimsins lond, at lýsa 27. januar sum almennan minningardag um Holocaust og fólkadráp yvirhøvur.

 
Vinafelagið Føroyar-Ísrael hevur eisini heitt á føroyskar myndugleikar, at 27. januar verður lýstur sum almennur minningardagur um Holocaust í Føroyum.
Í nøkur ár hevur felagið skipað fyri minningarløtu um Holocaust 27. januar.

Í ár verður minningarløta í Løkshøll í Runavík í dag kl. 16.00.
 
Á skránni eru tvær áhugaverdar framløgur. Tónleikur, felagssangur og sersangur verður eisini og ein góður drekkamuður aftaná.
 
VÆLKOMIN Í LØKSHØLL Í DAG KL. 16.
 
Vinafelagið Føroyar-Ísrael  shalom.fo

Í kvøld er eisini eitt Mercy Ships tiltak í Løkshøll, so tilber at fara sær ein túr til Runavíkar og fáa tvey áhugaverd tiltøk við.