Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hon setti síni spor

S

”Hvør yndisligir eru á fjøllunum føtur fagnaðarboðarans” Jes. 52, 7

í 1992 kom Elsa Jacobsen heim aftur úr Etiopia. Við tíðini eri eg komin at kenna hana betur og betur. Eg má veruliga siga, at hon er ein av størstu persónligheitunum, eg havi kent.

Í Ef. 2, 8-9 stendur: ”Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guðs gáva; ikki av gerningum, fyri at eingin skal rósa sær. Tí at vit eru verk hansara, skapaðir í Kristi Jesusi til góðar gerningar, sum Guð frammanundan hevur skipað fyri, at vit skuldu leggja okkum eina við teimum.”

Ongantíð havi eg sæð nakað andlitsbrá lýsa so av gleði, sum hjá Elsu, tá ið hon tosaði um hesa ómetaligu náðina, sum var vunnin okkum við Jesusar fullgjørda verki á Golgata.

Elsa var arbeiðssom sum fáur. Áðrenn onnur vóru uppi, kundi hon hava gjørt eina rúgvu av knettum og frikadellum, sum hon síðani býtti út til familjuna.
Komst tú á gátt, var altíð drekkamuður bjóðaður við heimabakaðum køkum og bollum.

Hon var brá sum fáur. Tað, sum kundi gerast í dag, skuldi ikki bíðast við til í morgin. Hon hugdi ongantíð eftir forðingum, men sá altíð møguleikar. Hon tosaði ongantíð um fólk, men um tað var nakað, fór hon altíð til rætta viðkomandi og segði sum var.

Hon var ikki íminnin og bar ikki agg. Men hjá henni var tað sera týdningarmikið ikki at hava nakað útstandandi við nakran, men at gera upp. Men í viðurskiftum, ið ikki samsvaraðu við Guds orð, kundi hon ikki taka nakað aftur – hjá henni kom Gudsóttin og andsfrælsið framum tolsemi.

Hon gjørdist ongantíð mótleys, hon var reiðilig, hevði eitt ótrúligt dirvi, frímóð, áhaldni og gott treysti.
Trúfesti myndaði hennara lív. Hvønn mánað skipaði hon fyri missiónsringi. Hvørja viku vitjaði hon á Gøtubrá, har hon tosaði við øll, sum búðu har og hevði andakt. Trúføst møtti hon upp til kirkjugongd og møtir og vitnaði um Jesus. Hon var eisini røsk at møta upp til tiltøk í bygdini – tá jólatræið varð tendrað, jólafest, konsertir og annað.

Ikki minst hevur okkara bygd, land og fólk mist ein trúfastan forbiðjara, so tað kennist veruliga, sum verjugarðurin hjá okkum er viknaður.

Sum vit flestu vita, tók Elsa ábyrgdina fyri móðurleysu nýbornu tvíburðunum Jákup og Jóhannus, árið eftir, at hon kom til Etiopia.

Í 1999 kom Jákup til Føroya at arbeiða, tí tá vóru ringar tíðir harúti. Í 2000 kom Jóhannus til Føroya. Kona Jákup, Kittinesh kom seinni sama árið. Í 2002 kom Tsehainesh, kona Jóhannus eisini. Elsa gjørdi eitt stórt arbeiði við øllum pappírarbeiði, sum stóðst av at søkja uppihalds- og arbeiðsloyvi og annað, umframt at søkja arbeiði til øll.

Í 2003, tá Elsa júst var vorðin 75 ár, fingu Jákup og Kittinesh sonin – lítla Eliesar. Hann varð móttikin við ómetaligari gleði. Eitt ár aftan á, í 2004, komu øll børnini, sum høvdu verið eftir hjá familjuni í Etiopia, heim til Føroya. Jákup og Kittinesh áttu trý harúti, og Jóhannus og Tsehainesh áttu tvey børn. Tey vóru um 7, 8, 12, 13 og 14 ára gomul, tá tey komu. Har mátti veruliga sannast, at har sum hjartarúm er, er eisini húsarúm. Hvussu Elsa hevur gjørt fyri at fingið alt at bera til, at taka ímóti 9 fólkum, ið ikki kendu okkara mál og mentan, má sigast at vera eitt satt undur. Við dirvi og treysti virkaði hon fyri, at tað skuldi eydnast. Hon hevur brúkt óteljandi tímar til at gjørt skúlating við teimum, gingið til allar skúlafundir og annað.

Fyrstu tíðina búðu Jákup og familjan hjá Elsu, og Jóhannus við familju búði í gomlu húsunum. Seinni hava teir báðir keypt síni egnu hús.

Elsa passaði lítla Eliesar heima, til hann var 4 ár, meðan foreldrini arbeiddu. Tá helt hon, at tað var synd fyri hann bara at vera heima hjá eldri konum, so hon teknaði hann í barnagarð. Lea, systir Elsu, sum býr í Søldarfirði, er komin inn til Elsu hvønn dag, so hon koyrdi og avheintaði Eliesar ta tíðina.

Eitt, ið eisini var Elsusa hjartamál, var at verja tað ófødda barnið í móðirlívi. Hon var eitt livandi dømi um, at umstøðurnar nýtast ikki at vera ein forðing fyri at taka ímóti børnum.

Barnaføðingardagar hevur hon hildið heima hjá sær, hon hevur hildið tað verið so sera stuttligt og gevandi.

Ongantíð havi eg hoyrt hana sagt, at tað er strævið, men hon hevur sagt, at hon følir, at tað er ov gott at vera satt at hava øll her, og at hon viðhvørt mátti klípa seg í armin fyri at vita, um hon var vakin.

Tað er ongin loyna, at Elsa hevur havt ein ótrúligan myndugleika, og tað kann skjótt mistolkast við, at hon hevur verið strong. Ein ommudóttir segði við meg, at hon gjørdist so kedd, tá fólk søgdu, at omma var so strong. Hon segði: ”omma er slett ikki strong, hon er besta omma í verðini. Eg kann tosa alt, absolutt alt við ommu. Hon skilir meg altíð. Hon hevur alt, alt at týða fyri meg og okkum øll.”

Nú Elsa so brádliga bleiv tikin heim, kennist tað veruliga, sum alt grundarlagið er tikið undan teimum, og sum tey siga: ”Alt er svart, bara sorg.”

Latið okkum virða minnið um Elsu við at vera góð við hennara, nú hennara umsorgan, vegleiðan og hond hevur slept teimum og leggja tey í Guds hond; Hann, sum hevur lovað: ”Eg skal als ikki sleppa tær og á ongum sinni fara frá tær.”

S

Harleyfacadeacryl