Stjørnan og Kyndil skulu leggja fyri í hondbóltskappingini í ár nú sunnudagin. Dysturin er fluttur til kl. 17 sunnudagin
Enn eitt nýtt kappingarár í hondbólti fer av bakkastokki hetta vikuskiftið. Í KÍ-høllini hittast 1. kvinnuliðini hjá Stjørnuni og Kyndli. Dystirnir millum hesi bæði liðini eru mangan spennandi og undirhaldandi, so spennandi verður at síggja, hvussu leikur fer. Dysturin byrjar kl. 17.




