Ársins hondbóltsdystur í bestu kvinnudeildini verður í KÍ-høllini í morgin, tá oddaliðini Stjørnan og VB bresta saman. Tað er bert eitt stig á muni millum liðini
Spenningurin er stórur undan dystinum í KÍ-høllini í morgin millum oddaliðini í Sunset kappingini Stjørnuna og VB. Dystirnir millum hesi bæði liðini eru eftir hondini blivnir klassikarar, og dysturin í morgin er onki undantak.
Dysturin hevur sera stórar týdning fyri bæði liðini í stríðnum um at náa einum finaluplássi um fm-heitið. Vinnur Stjørnan, eru útlitini teimum fyri at náa einum finaluplássi sera góð, meðan VB við einum tapi kann fáa harða kapping frá Tjaldur um at náa fm-finaluna.
Í samrøðu við ítróttarsendingina hjá Útvarpinum í gjár, søgdu venjararnir báðir, at liðini bæði eru væl fyri, og at teir høvdu allar leikarar tøkar. Teir vantaðu ein javnan og spennandi dyst.
Vænta fullsetta høll
Vábingar plaga at vera óførir at fylgja við sínum liði fyri at stuðla teimum, og tað er onki at ivast, at so verður í morgin eisini. Viðhaldsfólkini hjá Stjørnuni eru eisini ófør at stuðla sínum liði. Í morgin verður sanniliga brúk fyri stuðli, og heita vit á allan norðingar um møta mannsterkir upp í góðar tíð. Dysturin verður floytaður í gongd kl. 15:00.




