Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hondbóltur, 1. deild kvinnur: Stjørnan heldur fram at jagstra VÍF og VB

(
John Færø)

Eftir hálvleiksstøðuna 13-9 til Stjørnuna vunnu klaksvíkskvinnur útidystin ímóti Tjaldri við málmuninum 20-18 og hildu harvið fast í oddaliðunum báðum, VÍF og VB, sum bæði eisini vunnu sínar dystir.

Stjørnan var á odda meginpartin av dystinum í Runavík sunnudagin, har Natasja Stamenkovic gjørdi 9 mál, meðan leikandi venjarin, Danijella Ercevic hesa ferð fann meskarnar 6 ferðir.

Hinir báðir 1. deildardystirni vóru VÍF-Kyndil 29-22 og Neistin-VB 19-23 (9-11).

Støðan í sterkastu kvinnudeildini er nú henda:

VÍF         13 stig
VB          13 stig
Stjørnan   10 stig
Kyndil       8 stig
StÍF          7 stig
Neistin      5 stig
Tjaldur      3 stig