Eftir sigurin á Neistanum, seinata leygardag, er Team Klaksvík nú einans fýra dystir frá uppflytingini til fyrstudeild
Eftir sigurin á einum væl mannaðum Neistaliði leygardagin, er Team Klaksvík nú einans fýra dystir frá uppflytingini til fyrstudeild, men tað stendur framvegis nógv á, tí kappingin er sera hørð við KÍFa, ið hevur sama stigatal sum klaksvíkingar. Tað var ein fegin Fríðin Ziskason, vit høvdu í telefonini leygarkvøldið, tá hann saman við hinum á Team-Klaksvík var á veg heimaftur til Klaksvíkar eftir ein sera týdningarmiklan sigur á Neistanum, sum hevði styrkt sær um liðið til hendan dystin. – Nú eru fýra dystir eftir at spæla, so um vit vinna teir allar, so flyta vit upp, greiðir Fríðin frá. Um vit hava lisið rætt á heimasíðuni hjá Hondbóltssambandinum (hsf.fo), so hevur Team Klaksvík 3 heimadystir ímóti SÍF, EB og b-liðnum hjá Neistanum og ein útidyst ímóti VÍF, og Fríðin dylur ikki fyri, at tað serliga er dysturin ímóti VÍF, sum er tann torføri. VÍF-dysturin tann torførasti – Um vit vinna allar dystirnar, sum eftir eru, so er uppflytingin vís, hóast KÍFa hevur sama stigatal sum vit, tí vit hava so nógv betri málmun, men okkara seinasti dystur verður tann torførasti – tað er hann ímóti VÍF. – VÍF hevur ikki tapt nakran dyst í longri tíð, so tað verður eingin løtt uppgáva, men hinvegin, so skal KÍFa eisini møta teimum, so um VÍF vinnur á teimum, so tola vit eisini at tapa ímóti VÍF og allíkavæl flyta upp. – Tað hevði verið fantastiskt, um vit fluttu upp longu í hesum fyrsta kappingarárinum hjá okkum, og vit hava longu avtalað, at um tað eydnast, so verður tað fyrsta unglingaliðið mannað komandi kappingarár. Sum kunnugt verður Badmintonhøllin klár til komandi vetur, og tað letur sjálvsagt upp fyri nýggjum møguleikum – eisini hjá Team Klaksvik. Hinvegin ásannar Fríðin, at uppflytingin er alt annað er viss – tað er jú so javnt millum KÍFa og Team Klaksvík – og hann leggur tí dent á, at teir fara at halda fram á sama hátt sum higartil, um tað ikki eydnast at flyta upp í ár. – Vit geva ikki upp fyri tað men koyra á víðari, sigur høvuðsmaðurin aftan fyri Team Klaksvík, Fríðin Ziskason, við Norðlýsið.




