Tað var sannur dramatikkur í høllini í Runavík, tá 1. kvinnuliðini hjá Tjaldur og Stjørnuni hittust har seinasta sunnudag. Eftir greiða 6 málsleiðslu til Tjaldur í hálvleikinum, vendi Stjørnan dystinum í seinna hálvleiki og avgjørdi dystin til egnan fyrimun við máli í seinastu sekundunum.
Skuldu Tjaldurskvinnur, við fyrrverandi leikandi venjaranum hjá Stjørnuni Vesnu Tomajek sum venjara, ikki heilt missa sambandið við hini liðini, so skuldu tær vinna dystin. Liðini fylgdust fyrstu løtuna, men so tók tjaldur yvir.
Serliga vóru tað langskjúttarnir Milica Erigic og Lenka Ribaric, sum Stjørnan hevði trupult við at steðga. Stjørnan gjørdi ymiskar broytingar á liðnum í eini roynd at bøta um verjupartin, men onki hjálpti. Tað gekk heldur ikki væl við álopsspælinum, tær royndu fleiri álops kombinatiónir, men lítið bar til.
Hálvleiksstøðan var 15-9 til Tjaldur, so tað sá onki serligt út hjá Stjørnuni.
Hamskift
Stjørnulið
Tað hevur ivaleyst verið tosað við stórum bókstavum í skiftingarrúminum hjá Stjørnuni í hálvleikinum, tí tað var eitt hamskift Stjørnulið sum kom á vøllin til seinna hálvleik, tær høvdu avgjørt ikki mist vónina um at vinna dystin.
Verjan var umskipað nakað, soleiðis at tveir leikarar lógu frammi í Milicu og Lenku, og tað vísti seg at fungera væl. Eftir hetta hevði Tjaldur trupult við at fáa álopsspælið at hanga saman. Eftir lítlari løtu hevði Stjørnan skora fýra mál, meðan tjaldur onki mál hevði fingið, og so var Stjørnan av álvara við aftur í dystinum. Tað gekk javnt á, tað sum eftir var av dystinum. Tjaldur royndi at økja um leiðsluna, men onki bar til, Stjørnan helt tørn, og kom enntá framum, men Tjaldur svaraði aftur, og fekk leiðsluna aftur, og tá uml. tveir minuttir vóru eftir at leika, var støðan 23-22 til Tjaldur.
Maria avgjørdi
dystin
Tá bert ein góður minuttur var eftir at leika, eydnaðist tað 15 ára gomlu Mariu við Neyst at javna fyri Stjørnuna til 23-23. Tjaldur fór so í álop, men misti bóltin, og Stjørnan hevði so ein seinasta møguleika til at avgera dystin. Tær fóru í skjótt mótálop, og Maria bleiv spæld frí, og í skotroyndini bleiv hon so hart tikin av einum Tjaldursleikara, at dómkarin dømdi brotskast til Stjørnuna og reytt kort til Tjaldursleikaran. Daniella var sett at skjóta brotskastið. Hon sveik ikki álitið og skoraði trygt, og Stjørnan hevði vunnið ein hóast alt sera spannandi og undirhaldandi dyst 24-23.
Eftir sigurin á Tjaldrinum liggur Stjørnan nú á fjórða plássi við 7 stigum, eitt stig minni enn StÍF á triðja plássi, men Stjørnan hevur leikt ein dyst minni.
Málini hjá Stjørnuni skutu:Daniela 12(4), Rannvá 4, Natasja 2, Súsanna 1 og Maria 1.




