Eftir at hon í nógv ár hevur verið hondbóltsmálmaður, fór 22 ára gamla Rannvá Andreasen týskvøldið fyri fyrstu ferð út úr málinum at spæla sum útileikari hjá Stjørnuni, har kvikleikin er ein av hennara fyrimunum.
Týsvkvøldið í vikuni fóru hondbóltskvinnurnar á besta liðnum hjá Stjørnuni til Havnar at leika tann útsetta dystin ímóti Kyndli.
Javnur
dystur.
Um dystin kann í stuttum sigast, at hann var rættiliga javnur. Liðini fylgdust fyri tað mesta við málskjótingini gjøgnum dystin.
Kortini var tað Kyndil, sum meginpartin av dystinum var frammanfyri, tó at málmunurin ongantíð gjørdist tann stóri.
Stríddust
sera væl.
Ilt er at seta orð á nakran ávísan mun á liðunum, men eftir dystin metti onkur av teimum reyðklæddu, at tær kanska høvdu stríðst eitt sindur meira fyri sigrinum enn havnakvinnur, og at tað kanska gjørdi munin at enda, soleiðis at sigurin og stigini komu við norðuraftur til Klaksvíkar.
Betri seinni
hálvleikur.
Sum nevnt var tað Kyndil, ið kom eitt sindur frægari frá byrjan í dystinum, og allan fyrra hálvleik tóktust Stjørnu-kvinnurnar vera heldur spakar.
Eftir hálvleikssteðgin vendi henda gongdin so við og við til fyrimunar fyri Stjørnuna, og tá 6 minuttir restaðu gav tað rættiliga bonus, tí tá legði Stjørnan seg endiliga á odda.
Dysturin bleiv verandi javnur, men kortini eydnaðist tað Stjørnuni at varðveita leiðsluna og harvið vinna dystin.
Rannvá útileikari
fyri fyrstu ferð.
Mest eyðsýnda og eisini søguliga broytingin á liðnum hjá Stjørnuni hetta kvøldið snúði seg um Rannvu Andreasen, sum higartil í sínum hondbóltslívi so at siga bara hevur verið málmaður.
Men síðani litaviski málmaðurin Agné Masenaite í fjør summar kom hendanvegin at leika við Stjørnuni, hevur leiktíðin hjá Rannvu sum málmaður á besta liðnum verið sera avmarkað.
Ivaleyst hevur tað verið ein høvuðsorsøkin til, at Rannva nú týskvøldið í dystinum ímóti Kyndli suðuri í Havn tók stigið út úr málinum og ístaðin valdi at royna seg sum útileikari.
Sera kvik á
høgra vongi.
Í hesum fyrsta dystinum kom Rannva ikki á máltalvuna, men hon kom tó rímiliga væl frá uppgávuni sum høgri vongur.
Rannva brúkar best vinstru hond, sum er ein fyrimunur hjá einum vongspælara í høgru.
Stóra styrkin hjá henni man tó vera skjótleikin, ið hon eisini er kend fyri í fótbóltshøpi jú, ivaleyst verður okkurt at frætta um Rannvu sum útileikara í framtíðini.
Tær ungu fáa
meira leiktíð.
Líkt er til, at yngra ættarliðið so við og við tekur við ábyrgd á besta kvinnuliðnum hjá Stjørnuni.
Týskvøldið varð eitt nú lagt til merkis, at Maria við Neyst var nógv inni á vøllinum, har hon og ein annar ungur leikari, Davina Sundsskarð, onkrar løtur høvdu ábyrgina av vinstru síðu hjá Stjørnuni.
Merkisvert var eisini, at Davina Sundsskarð í hesum dystinum gjørdi sítt fyrsta mál fyri 1. deild hjá Stjønruni.
Karl stýrdi
beinkinum.
Ein áhugaverd broyting hjá Stjørnuni týskvøldið í mun til higartil var, at Karl Johansen hevði ábyrgdina av bonkinum.
Sum flestum kunnugt hevur Karl ógvuliga drúgvar royndir sum hondbóltsleikari, og komu hesar liðnum tilgóðar í tí sera javna dystinum týskvøldið, tí Karl hjálpti teimum til at varðveita ta neyðuga róina og yvirlitið yvir spælið, tá mest stóð á.
Málini
hjá Stjørnuni gjørdu Natsha Stamenkovic 9 mál, Daniella Ercvic 6 mál, Una Olsen 6 mál, Jastrid Gullaksen 4 mál og Davina Sundsskarð 1 mál.
Bara 1 stig
frá 2. plássi.
Við sigrinum er Stjørnan nú bara 1 stig aftanfyri annaðpláss, hóast tær framvegis liggja næstniðast á stigatalvuni.
Kappingin í ár tykist at vera sera jøvn, har øll lið uttan VB, sum er langt ovast, bæði hava vunnið og tapt fleiri dystir.




