Team-Klaksvík fekk um vikuskiftið ein lítlan forsmakk uppá ta mótstøðu, sum liðið kann vænta sær í kvartfinaluni mikukvøldið ímóti besta Neista-liðnum, tí leygardagin máttu klaksvíkingarnir lúta fyri einum rutineraðum b-liði hjá Neistanum í 2. deild.
Gamaní var Team-Klaksvík ikki fullmannað til dystin ímóti Neistanum b í 2. deild, sum var á Nabb leygardagin, men tað tekur tó ikki burtur, at ósigurin er ein ávaring til klaksvíkingar um, at tað skal meira enn bara eitt sindur av hegni og hepni til, um liðið skal hava nakran sum helst møguleika ímóti besta Neistaliðnum í kvartfinaluni nú mikukvøldið.
Nú ræður um at fóta sær!
Bert fáar dagar framman undan hesum ósigrinum, hevði klaksvíksliðið, við sigri á næst besta liðnum hjá Kyndli, vunnið pláss í kvartfinalunum í steypakappingini.
Væl skipaðir Neistamenn.
Men um føturnir kanska vóru farnir eitt sindur uppfrá, so vórðu teir í øllum førum settir væl og virðiliga niður aftur á jørðina leygardagin, tá teir máttu lúta fyri einum rutineraðum b-liði hjá Neistanum í 2. deild.
Hetta var aðru ferð, at Team-Klaksvík mátti fara av vølli við ósigri.
Á heimasíðuni hjá Team-Klaksvík verður m.a. greitt frá, at mótstøðuliðið Neistin, sum ikki sær út av nógvum á stigatalvuni, var mannað við fleiri royndum leikarum, og hetta var heldur óvæntað.
Team Klaksvík var í veruleikanum ikki til reiðar at taka dystin upp við Neistaliðið, sum leikti væl betur og skipað allan dystin ígjøgnum.
Vóru ikki fullmannaðir.
Fleiri leikarar úr Klaksvík vóru ikki við.
Meinhard Joensen og Kristian Andreasen vóru burturstaddir, og bæði Allan Mørkøre og Gunnar á Steig hvíldu seg til fjórðingsfinaludystin, ið sum nevnt verður móti besta liðnum hjá Neistanum komandi mikukvøld.
Venjarin hjá Team Klaksvík viðgekk, at teir høvdu undirmett Neistan, og úrslitið var hareftir.
Eftir frálíka úrslitið í steypakappingini mikukvøldið frammanundan, høvdu klaksvíkingar ikki fingið beinini niður á jørðina aftur, og tí riggaði í veruleikanum onki.
Ongin leikari hevði ein góðan dag, og leikarar sum Dánjal Kjærbo og Fríðin Ziskason, sum vanliga kunnu lyfta liðið upp, megnaðu ikki at ganga á odda.
Hava ikki mist mótið.
Dysturin endaði við 27-24 sigri til Neistan, eftir at Team Klaksvík hevði verið á odda 12-11 í hálvleikinum.
Fríðin helt eftir dystin, at teir fingu tað, teir høvdu uppiborið, tí hóast fleiri stórsigrar hjá Team Klaksvík í ár, so eigur onki at vera tikið fyri givið.
Team Klaksvík kann tó væl liva við einum ósigri, tí enn er langt til kappingarárið er lokið, og málið, sum er uppflyting, krevur bert, at klaksvíkingarnir enda í minsta lagið á einum øðrum plássi.
Málini hjá Team Klaksvík skutu: Dánjal Kjærbo 7, Steffan Kalsø 4, Jógvan Hansen 3, Niclas Niclasen 3, Fríðin Ziskason 2, Jón Jacobsen 2, Kristoffur Jakobsen 2 og Beinur Heðinsson 1.




