Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hondbóltur: Stjørnan-Tjaldur 34-24 (17-12): Stjørnan vann ein tryggan sigur á Tjaldrinum

Oliver Joensen

Tað var eitt sindur av spenningi frammanundan hondbóltsdystinum í KÍ-høllini ídag. Tveir av stóru profilunum hjá Stjørnuni vóru ikki við.

Tí varð roknað við einum jøvnum dysti, men so bleiv ikki.

Joan Djordjevic og Durita Christoffersen vóru ikki tøkar til dystin.

Ein onnur orsøk til, at fólk roknaðu við einum jøvnum dysti, mundi vera, at seinast, tá ið Tjaldur og Stjørnan møttust, vunnu klaksvíkskvinnur tepurt 21-19.

Og tað byrjaði væl hjá Tjaldrinum, tær løgdu seg framum beinanvegin, og tá 14 minuttir vóru leiktir, var støðan 5-9 til Tjaldur.

Men so kom vend í og Stjørnan vann seg skjótt framá Tjaldur og kundi fara til hálvleiks við eini 17-12 leiðslu.

Í seinna hálvleiki hevði Tjaldur onki at bjóða uppa og Stjørnan bara økti um leiðsluna.

Dysturin endaði við einum tryggum 34-24 sigri til Stjørnuna, sum harvið vísti øllum, at tær av álvara hava funnið teirra væl kenda, vinnandi stev aftur.

Oddaliðið, VB, sum er eitt stig framman fyri Stjørnuna í oddanum, vann eisini sín dyst, og munurin á oddaliðunum báðum á stigatalvuni er sostatt óbroyttur.

Støðan í Sunset-deildini:

1) VB            +66 mál    16 stig
2) Stjørnan   +70 mál    15 stig
3) Tjaldur      +18 mál    10 stig
4) Neistin      +  4 mál      9 stig
5) StÍF           –59 mál      4 stig
6) Kyndil       –99 mál       0 stig