Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hondbóltur: Team-Klaksvík mátti lúta fyri VÍF: Vit eru ikki nóg samanspældir

John William Joensen

Eftir at Team-Klaksvík leygardagin var úti fyri sínum fyrsta ósigri, ásannaði Fríðin Ziskason, formaður og leikari, at liðið ikki er nóg væl samanspælt enn.

 – “Venjingarumstøðurnar hjá okkum gera tað ikki betur, men sum kappingin líður, fara vit at spæla betur saman, og næstu ferð vit møta vestmenningum, er støðan ein heilt onnur”, lovaði Fríðin. 

Tað mátti koma fyrr ella seinni, og leygardagin bleiv so dagurin, tá Team-Klaksvík fekk sín fyrsta ósigur. Hetta var í KÍ-høllini ímóti VÍF, sum vann landskappingardystin 27-22. 

Royndu hondbóltsleikararnir úr VÍF vóru ein ov stórur biti hjá klaksvíkingum, og hóast Team Klaksvík til tíðir vísti góðan stríðsvilja, vóru teir alt ov óneyvir í sínum álopsspæli, og tað dugdu vestmenningar væl at gera sær dælt av. 

Vestmenningar komu betur frá byrjan, og løgdu seg á odda 2-0. Klaksvíkingar royndu at hanga í, og tað eydnaðist ein stóran part av dystinum. Tá liðini fóru til hálvleiks, var VÍF á odda 13-11. 

Team Klaksvík royndi í seinna hálvleiki at fáa fatur á vestmenningum, men við góðum verjuspæli hevði VÍF munin. Í 39. minutti minkaði Team Klaksvík um munin til 15-16, men so skuldu ganga 12 minuttir, áðrenn heimaliðið aftur hevði bóltin í málinum hjá VÍF, og tá høvdu gestirnir lagt sjógv millum liðini – støðan var tá 22-15 til VÍF, og dysturin var so at siga avgjørdur. 

Team Klaksvík royndi við nøkrum broytingum at geva VÍF skarpan gang, men lítið nyttaði, og endin varð, at VÍF vann dystin 27-22. 

Samanspæl og venjingar.
Eftir dystin segði Fríðin Ziskason, formaður og leikari hjá Team Klaksvík, við heimasíðuna hjá felagnum, at hann hevði roknað við einum truplum dysti ímóti vestmenningum, men at VÍF ikki var so gott, sum hann áðrenn dystin hevði væntað. 

– Trupulleikin hjá okkum er, at vit ikki eru nóg væl samanspældir, og venjingarumstøðurnar hjá okkum gera tað ikki betur. 

– Men sum kappingin líður, fara vit at spæla betur saman, og næstu ferð vit møta vestmenningum, er støðan ein heilt onnur", lovar Fríðin Ziskason. 

Málskjúttar hjá Team Klaksvík:
Fríðin Ziskason 8
Allan Mørkøre 7
Jógvan Hansen 2
Gunnar á Steig 2
Steffan Kalsø 1
Beinur Heðinsson 1
Niclas Niclasen 1

Harleyfacadeacryl