Hans Jakki Heinesen, Óli Biskopstø og aðrir eru í løtuni í týsklandi til HM
Halló tit heima í Føroyum:
– Vit koyrdu frá Keypmannahavn til Leipzig í gjáramorgun kl. 6 og vóru aftur í morgun kl. 2.30. Tá ið vit vóru aftur í Keypmannahavn høvdu vit koyrt 1.460 km.
– Annars so kunnu tit downloada allar myndirnar frá fantastiska dystinum millum Spanien og Ukraine her
– Ein av myndunum er av tí spanska spælarabussinum, sum vit møttu uttan fyri Leipzig. Vit heilsaðu við einum spanskum flaggi og bussurin floytaði til okkum.
– Forrestin so heisaðu vit upp á konu Buffon eftir dystin millum Italia og Ghana mánadagin.
Heilsa øllum heima Hans Jakki og Óli




