Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hópur av burturmistum á politistøðini

John William Joensen

Mikudagin vóru vit á politistøðini í Klaksvík. Orsøkin var, at politiið vildi hava okkum at gera vart við allar súkklurnar og annað, teir hava fingið inn, men sum eingin eigari er til.

Og vit fingu sjón fyri søgn. Sera nógvar súkklur eru upptiknar av politinum. Mannagongdin er hon, at tær vera goymdar á politistøðini eina tíð, til almenni uppboðssøluhaldarin í Havn lýsir eina uppboðssølu. Tá verður alt slíkt, sum er upptikið av politinum sent til Havnar á uppboðssøluna.
Sjálvandi vóru nakrar gamlar súkklur ímillum tær, vit sóu á politistøðini. Men har vóru eisini fleiri nýggjar og sera góðar súkklur.
Politiið heldur at tað er eitt sindur løgið at fólk ikki sakna slíkar súkklur, tí fleiri av teimum kosta 3.000 krónur og meira um tær skulu keypast nýggjar.
So tey, ið sakna eina súkklu ella báðar tvær, kunnu royna á politistøðini, áðrenn tær verða sendar til Havnar á uppboðssølu.