Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hørður Askham skiftir til KÍ

Jákup Ósá

KÍ hevur í kvøld kunngjørt nýggjan leikara.

Hvíti B36 búnin verður skiftur út við kongabláa KÍ búnan hjá 22 ára gamla verjuleikaranum Hørði Askham.

Hørður slerdi sítt navn ígjøgnum í føroyskum fótbólti í 2013, tá núverandi KÍ venjarin, Mikkjal K. Thomassen, gav honum lyklaleiklut í B36 miðverjuni. Sama ár bleiv hann valdur til ársins unga leikara í Føroyum. Í B36 miðverjuni hevur hann spælt síðani, tó at skaðar hava gjørt, at hann okkurt tíðarskeið hevur sitið uttanfyri. Hørður er upprunaliga uppaldur í HB, men skifti sum 15 ára gamal til B36, har hann hevur verið síðani. Í landsliðshøpi er Hørður kanska best mintur fyri hansara mál í Týsklandi í 2013, tá føroyska U21 landsliðið legði seg á odda 2-1. Í ár hevur Hørður spælt 25 av teimum 27 landskappingardystunum fyri B36 og eftir kappingina var hann saman við Jákup B. Andreasen og Jóannes Bjartalíð tilnevndur í uppskoti til ársins unga leikara. Hann var eisini úttikin til venjingarhópin hjá A-landsliðnum fyri nøkrum vikum síðani, men meldaði avboð vegna skaða. Annars hevur hann spælt í miðverjuni á U21 landsliðnum seinastu árini. Hørður var við til at vinna føroyameistaraheitið við B36 í 2014 og 2015.

Í 2017 spælir Hørður Askham við KÍ eftir, at hann í kvøld skrivaði undir ein 1-ára sáttmála við felagið í norðoyggjum. Hørður hevur spælt 93 dystir í Effodeildini og skorað 5 mál.