Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hornasteinur til fals ella frelsu

Jóhannes Martin Olsen

Tað kann kennast eins og at verða teppibombaður fyri tíðina av landsins fjølmiðlum frá morgni til kvøld, vegna eitt ávíst tingmál. Tann sum t.d. hevur roynt sjólívið, veit hvussu troyttandi tað kann vera við eini slagsíðu av skipinum, tað kann gerast nærmast óliviligt umborð.

Kjarnin í málinum og kjakið ið stendist av tí er mangan ógvuliga kám og kemur lítið til sjóndar, men vit sum búðleikast í Føroym, so kám er ætlanin frá mynduleikans síðu heldur ikki, at vit ikki hava varnast, hvør einstakur, um so má sigast, at vit sum fólk eru komin á kolitións kós við okkara fedrana Guð, teir og tey ið áttu eina guðstrúgv sum evnaði at bera fólk og land í gjøgnum skiftandi tíðirnar, óansæ um alt skandinavien tók frástøðu frá tí livandi Guði. Nú standa vit sum fólk við rygginum móti múrinum, í spurninginum um hvat tann óbroytandi Guð okkara sigur í orði sínum, sum hvørt barn kann lesa um, um foreldrini loyva teimum at gera tað longur her á landi.

Skriftin sigur frá, at Esajas profetur, ein av teimum sonum Guðs so mangan dró fram og siteraði, hann sigur í einum tilfeldi:” Hoyri orð Harrans, tit speisku menn, ið stjórna fólki mínum her í Jerusalem. Av tí at tit siga:” Vit hava gjørt sáttmála við deyðan og seming við Hel, ikki skal hin dynjandi koyril koma til okkara; tí at av lygnum hava vit laða okkum skýli, krógva okkum í svikanna høli.”

Men Harri Guð mín og tín, letur ikki bert hasi orð standa einsamøll, men leggur afturat:” Tí sigur Harrin, drottin, so; “Sí, eg leggi álítandi grundarstein í Zion, dýrmætan óvikandi hornastein; sá, sum trýr, hevur ongan skund.” (Esajas 28,14-16)

Hesin hornasteinur, sonur Guðs, Jesus Kristus, kom her á jørð útfyri m.a. ein dag frá tí fólki hann var givin til, einum meiriluta, at hoyra orðini, gev okkum Barabas leysan og krossfest Jesus Kristus, meirilutin fekk sín vilja, sjálvt um skriftin sigur, at Pilatus visti, at tað var av øvundsjúku meirilutin kom til hansara, ein heidning, við Jesusi.

Fer virðingin fyri hornasteininum, hvar er virðið í landsins leiðslum, kirkjum og samkomum tá? Meirilutar eru í ávísum førum ikki ókendir sum lívslygnir, lat okkum ikki enda har úti.

Jóhannes M. Olsen