Við sínum 170 árum á baki, valdi Horne Mandskor at vitja Føroyar á føðingardagsferðini. Tey hava búð á Toftum og hevur Alfred Olsen, tingmaður verið umboðsmaður teirra á ferðini.
Við sínum 170 árum á baki, valdi Horne Mandskor at vitja Føroyar á føðingardagsferðini. Tey hava búð á Toftum og hevur Alfred Olsen, tingmaður verið umboðsmaður teirra á ferðini.
Tey hava á føroyaferðini sungið ymsa staðni – konsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum og sungið í Vesturkrikjuni og Norðurlandahúsinum.
Men hava eisini havt stundir at hyggja seg um. Leygardagin var ein partur av ferðalagnum á gonguferð í Streymoynni, har byrja varð uppi við kuplarnar.
Hin parturin fór til Klaksvíkar, har Alex Sólstein greiddi teimum frá Christianskirkjuni, altartalvuni, listarverkingum hjá Edward Fuglø – Jesus úr Nasaret og øðrum kring kirkjuna og teimum siðum, sum knýta seg at henni.
Eftir tað varð farið til Klaksvíkar býráð, har boðin varð ein kaffimunnur. Dávur Winther kunnaði um Klaksvík og býráðsarbeiðið, meðan David Im greiddi frá um nýggja intregratiónspolitikkin, hann hevur verið við til at orða.
Í gjár gekk leiðin til Tórshavnar, har Alfred vísti teimum runt í Løgtinginum. Síðani fór kórið út á Tinganes, har Jøleif Kúrberg greiddi frá.
Tey 65 fólkini sum vóru við á 170 ára føðingardagsferðini hjá Horne Mandskor, lata øll væl at og takka fyri gestablídni, nú tey fara avstað aftur í dag.




