Nú skal lokalpolitikkur í Havn gerast til landspolitikk og samstarvs trupulleikarnir í leiðsluni á Landssjúkrahúsinum skulu brúkast til at avhøvda smærru sjúkrahúsini. Sambandsflokkurin hevur ilt í høvuðsstaðnum og í eini roynd at tekkjast stóru fjøldini í Suðurstreymi hevur Løgmaður nú tikið hjartabarnið hjá Javnaðarflokkinum til sín – nevniliga ein ”Super-heilsuverk-stjóra”.

Stríðið í leiðsluni á Landssjúkrahúsinum har leiðarar hvønn dag hótta við uppsøgn ella ríma hevur fingið løgmann at seta kikaran fyri blinda eygað og boðað frá á sambands fundi í Havn – sum forsíðu søga í blaði Javnaðarmanna at nú skal superstjóri setast í Havn at stýra heilsuverkinum. Tað er ikki av ongum at Kaj Leo er longst sitandi løgmaður síðan Atla P. Dam, og ætlanin er at fríggja til vinstru soleiðis attað er enn meira sannlíkt at vit fara at síggja eina samgongu millum Javnaðarflokkin og Sambandi eftir komandi løgtingsval.
Sambandsflokkurin í Havn hevur ein álvarsaman trupulleika. Ópopulerar avgerðir kunnu avlesast í veljarakanningum. Flokkurin hevur mist nógv millum veljarar serliga íSuðurstreymiog fólk eru farin at møðast av politisku skipanini sum heild.
Men at gera eitt lokalmál í Havn til eitt landsmál, fer neyvan at reinsa luftina á landssjúkrahúsinum og tí er hetta heldur ein roynd at finna ein felags fígginda – sum aftur er smærru sjúkrahúsini.
Tíðspunktið og pallurin til útmelding løgmans var ikki tilvildarligur – og vísir hon samstundis at løgmaður er undir trýsti og nú óalment hevur boðað frá at samgongulimir nú kunnu ger eftir sínum egna vilja og føra tey mál fram sum tekkjast ymisku veljarabólkunum best.