Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hósdagin skulu KÍ kvinnurnar í eldin

Oliver Joensen

Europakupdystirnir fyri kvinnur, sum verða leiktir í Føroyum á hesum sinni, byrja hósdagin. Heimasíðan hjá KÍ skrivar soleiðis:

Nú skuldi alt verið klárt til at takað móti útlendsku gestunum. Íslendska liðið kemur til føroya týskvøldið og hini bæði liðini koma mikudagin.
Tað var ein roynd gjørd við at fáa dystirnar leiktar í Klaksvík, men tað vóru útlendsku liðini ikki við uppá, og tískil verða allir dystirnir leiktir á Svangaskarði, við undantak av dystinum í millum KÍ og FC Honka. Hann verður væntandi leiktur á Tórsvølli, men ein seinasta roynd verður tó gjørd, við at yvirtalað finsku meistarnar um, at fáa hann leiktan í Klaksvík.

Skráin er hendan:

Hósdagin 9. august á Svangaskarði
kl. 14:00 Valur (Isl) – FC Honka (Fin)
kl. 19:00 Den Haag (Hol) – KÍ

Leygardagin 11. august á Svangaskarði
kl. 11:00 FC Honka (Fin) – Den Haag (Hol)
kl. 14:45 Valur (Isl) – KÍ

Týsdagin 14. august
kl. 16:00 Den Haag (Hol) – Valur (Isl)
kl. 16:00 KÍ – FC Honka (Fin) (Leiktur á Tórsvølli, um FC Honka ikki góðtekur at leika í Klaksvík)