Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hósdagur 16. desembur

John William Joensen

Ráðgevari Mín: "Eg komi og skal búgva hjá tær – sigur HARRIN." Zak. 2,14


Zakarias –  2. KAPITUL

Onnur og triðja sjónin.

1 Síðani hugdi eg upp og fekk at síggja fýra horn.
2 Tá spurdi eg eingilin, ið talaði við meg: „Hvat er hetta?" Hann svaraði mær: „Hetta eru hornini, ið hava spjatt Juda, Ísrael og Jerúsalem."
3 So læt HARRIN meg síggja fýra smiðir.
4 Tá spurdi eg: „Hvat koma hesir til?" Hann svaraði: „Hornini spjaddu Juda, so eingin vágaði sær at lyfta høvdinum; men nú eru hesir komnir at ræða tey og sláa hornini av heidningafólkunum, ið hava lyft horn móti Judalandi til at spjaða tað."
5 hugdi eg upp og fekk at síggja mann, ið hevði málisnøri í hondini.
6 Eg spurdi hann: „Hvar fert tú?" Hann svaraði: „Til Jerúsalem, at mála tað og vita, hvussu breitt, og hvussu langt tað skal vera."
7 Eingilin, ið talaði við meg, steig nú fram, og annar eingil kom ímóti honum.
8 Hann segði við hann: „Leyp avstað og sig við handa unga mannin har. „Opið og ógirt skal Jerúsalem liggja – so nógv skal vera har, bæði av fólki og fæi.
9 Og Eg – sigur HARRIN – skal vera eldmúrur rundan um tað og opinbera dýrd Mína har.""
10 Upp, upp – flýggið úr Norðurlandi – sigur HARRIN – tí Eg havi spjatt tykkum í allar ættir! – sigur HARRIN.
11 Upp, Zion, bjarga tær undan, tú, sum býrt hjá dóttur Bábel!
12 Tí so sigur HARRIN Gud herskaranna, Hann, sum hevur sent meg avstað at heiðra Seg – so sigur Hann um tjóðirnar, ið rændu tykkum – tí tann, ið nemur tykkum, rørir við eygnastein Hansara –:
13 „Eg reiggi hondina móti teimum, og teir skulu verða teimum herfongur, sum nú træla hjá teimum!" Og tit skulu sanna, at HARRIN Gud herskaranna hevur sent meg.
14 Fegnast stórliga og gleð teg, dóttir Zion! Tí Eg komi og skal búgva hjá tær – sigur HARRIN.
15 Og mong heidningafólk skulu tann dag geva HARRANUM seg og verða fólk Mítt; Eg skal búgva hjá tær – og tú skalt sanna, at HARRIN Gud herskaranna hevur sent meg til tín.
16 HARRIN skal taka Juda í ogn sum part Sín í hinum heilaga landi, og Hann skal eina ferð enn útvelja Jerúsalem.
17 Ver stilt fyri ásjón HARRANS, alt hold! Tí Hann hevur reist Seg og er farin út úr heilaga bústaði Sínum.