Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hósdagur 24. februar 2005

John William Joensen

Ráðgevari Mín: "Eg søki mær skjól hjá Harranum HARRANUM." Sálm. 73,28

Fullmáni kl. 04:54


73. SÁLMUR

1 Sálmur. Eftir Asaf.
Ja, Gud er góður við Ísrael, við tey, ið hava reint hjarta!
2 Men eg – tað var tætt við, at føtur mínir snávaðu; tað vantaði lítið á, at stig míni óku.
3 Tí eg øvundaði hini hugmóðigu, táið eg sá, at teimum gekst væl í gudloysi teirra.
4 Tí tey eru frí fyri mótgang, líka inntil tey doyggja, og lívsmegi teirra er frísk og óskerd.
5 Tey vita ikki av neyð sum onnur fólk, tey verða ikki plágað sum onnur menniskju.
6 Tí er hugmóð hálsprýði teirra, tey sveipa seg í yvirgang sum í kappa.
7 Úr fiti skoða eygu teirra út; hjartans hugsanir teirra ganga út um alt mark.
8 Tey spotta og tosa í óndskapi um yvirgang; hugmóðiga tala tey.
9 Við munninum fara tey upp til himmals, og tunga teirra strýkur um jørðina.
10 Tí vendir fólk teirra sær til teirra, og vatn í yvirflóð súgva tey í seg.
11 Og tey siga: „Hvussu skuldi Gud vitað nakað! Man nakar kunnskapur vera hjá hinum Hægsta!"
12 Ja, so er við hinum gudleysu; altíð eru tey trygg, veldi teirra tekur til.
13 Einki batti, at eg helt hjarta mínum reinum og vaskaði mær um hendurnar í sakloysi.
14 Eg varð kortini plágaður líðilangan dagin, og hvør morgun kom til mín við tykt.
15 Men hevði eg sagt: „Soleiðis skal eg tala!" so hevði eg verið trúleysur við ætt barna Tína.
16 Táið eg nú grundaði fyri at skilja hetta, tykti tað mær ov svárt
17 – inntil eg fór inn í halgidómar Guds og legði til merkis, hvussu endi teirra verður.
18 Ja, á hálku setur Tú tey, í undirgang stoytir Tú teimum.
19 Hvussu knappliga verða tey ikki oydd, ganga undir og fáa ræðuligan enda!
20 Sum ein roknar dreym fyri einki, táið hann vaknar, so roknar Tú, Harri, tey fyri einki, sum skuggamyndir, táið Tú vaknar!
21 So leingi sum hjarta mítt var beiskt, og tað gnagaði í nýrum mínum,
22 var eg dýr og fataði einki; eg var sum fæ móti Tær.
23 Men eg verði altíð hjá Tær, Tú hevur tikið í høgru hond mína.
24 Tú leiðir meg eftir ráði Tínum, og síðani tekur Tú meg upp í dýrd.
25 Hvønn havi eg í Himli! Og táið Tú ert mín, trái eg ongum eftir á jørðini.
26 Lat bert hold og hjarta mítt ørmaktast! Gud er klettur hjarta míns og lutur mín í allar ævir.
27 Tí tey, ið víkja burt frá Tær, ganga til grundar; Tú strikar út hvønn tann, sum í trúloysi fellur frá Tær.
28 Men eg havi gleði mína í at halda meg nær hjá Gudi; eg søki mær skjól hjá Harranum HARRANUM fyri at kunna vitna um øll verk Tíni.