Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hósdagur 7. apríl 2005

John William Joensen

Ráðgevari Mín: " Sigið við hini bangafullu hjørtu: Verið hugreyst, óttist ikki!" Es. 35,4


ESAIAS – 35. KAPITUL



Messiastíðin og dýrd hennara.



1 Oyðimørkin og hitt turra land skulu gleðast, hin oydna heiði skal fegnast og blóma sum lilja.


2 Hon skal blóma og fegnast, ja, fegnast og syngja av frøi; dýrd Libanons er givin henni, prýði Karmels og Sarons; tey skulu síggja dýrd HARRANS, prýði Guds okkara.


3 Styrkið hinar máttleysu hendur, gerið hini riðandi knø sterk!


4 Sigið við hini bangafullu hjørtu: Verið hugreyst, óttist ikki! Hyggið, har er Gud tykkara! Hann kemur við hevnd, endurgjald kemur frá Gudi, Hann kemur sjálvur og frelsir tykkum.


5 Tá skulu eygu hinna blindu verða opnað, og oyru hinna deyvu verða latin upp;


6 tá skal hin lamni leypa sum hjørtur, og tunga hins málleysa fegnast. Tí keldur vella upp í oyðimørkini, løkir á hini oydnu heiði;


7 hitt gløðandi sandhav skal verða til tjørn, og hitt tysta land til vatnríkar keldur; á tí staði har sjakalar hvíldu, veksur rør og sev.


8 Og har skal vera lagdur vegur, hann skal eita Heilagi Vegur; eingin óreinur skal ganga eftir honum, nei, hann skal hoyra fólki Hansara til; eingin ferðamaður – um tað so er dári – skal villast.


9 Har skulu ongar leyvur vera, og einki rovdýr skal koma inn á hann, tey skulu ikki vera at finna har; nei, frelst fólk skal ganga á honum.


10 Ja, hini endurloystu HARRANS skulu koma aftur; tey skulu koma til Zion við fagnaði; ævig gleði er yvir høvdi teirra, frøi og gleði fáa tey, sorg og suff skulu flýggja.