Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hósvíkar Róðrarfelag fekk heiðursløn

Helgi Abrahamsen

Tað bleiv Hósvíkar Róðrarfelag, sum í ár fekk heiðurin fyri ársins mentanaravrik í Sunda kommunu. Heiðurin fekk felagið fyri at hava samskipað Regatta í samfull 15 ár.

Tað bleiv Hósvíkar Róðrarfelag, sum í ár fekk heiðurin fyri ársins mentanaravrik í Sunda kommunu. Heiðurin fekk felagið fyri at hava samskipað Regatta í samfull 15 ár.

Tað er vorðið fastur siður, at Sunda kommuna í sambandi við setanina av árligu mentanardøgunum, heiðrar einum felag ella persóni, ið hevur gjørt okkurt sjálvboðið mentanarligt tiltak í kommununi.

Í grundgevingini, sum forkvinnan í trivnaðarnevndini las upp stóð millum annað, at Regatta er vorði eitt av mentanarligu hæddarpunktunum í Sundalagnum.

Formaðurin, og nakrir av limunum tóku ímóti gávuni, sum er ein varði úr glasi og eitt heiðursbræv.

Umleið 150 fólk vóru savnað í Eydnuni á Oyrarbakka í gjárkvøldið, har mentanardagarnir vórðu settir.

Eitt annað punkt á skránni í sambandi við setanina var frumframsýningin av forkunnugum dronufilmi, sum varð tikin upp til Regatta í ár.

Tann filmurin kann síggjast her.