Bara trý feløg hava fleiri manningar við á norðoyastevnu enn Hósvíkar Róðrarfelag.
Vit hava hugt eftir, hvussu tær 88 manningarnar eru býttar yvir feløgini. Havnar Róðrarfelag hevur sum væntað flestar manningar og so kemur Klaksvíkar Róðrarfelag og Róðrarfelagið Tindur í Eysturkommunu. Men á 4. plássi liggur Hósvíkar Róðrarfelag við heili sjey manningum. Sambært Hagstovuni búðu 325 fólk í Hósvík í apríl 2024. Sí yvirlit niðanfyri.



