Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hot or not á Fólkatingi

Oliver Joensen

Heimurin hitnar. Heimsins leiðarar hava gjørt umhvørvi til heitastu politisku felagssak.

Vit skulu vísa, at vit bæði kunnu og vilja taka okkara ábyrgd at steðga veðurlagsbroytingunum. Hetta skal fólkatingssessurin nýtast til, tí øll heimsins eygu verða vend ímóti Keypmannahavn í 2009.

Tá verður Danmark vertur fyri altjóða veðurlagsráðstevnu, har avloysarin hjá Koyto-sáttmálanum væntandi verður undirskrivaður – ein uttan iva munandi skarpari lútur enn Kyoto. Danmark hevur tí veruliga nakað, vit kunnu fáa nyttu av í hesum Fólkatingsvalskeiði. Heimsins toppleiðarar fara at streyma til hesa veðurlagsráðstevnu, tí einhvør politikarar við bara einum minstamarki fyri viti og skili, tekur í dag CO2 hóttanina størsta álvara.

Vilja til ábyrgd
Okkara fólkatingsumboð skal slóða fyri, at vit vera sjónlig á altjóða veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn. Vit skulu vísa á okkara hollu vitan og royndir innan havgransking. Vit skulu vísa á, at Føroyar eru eitt upplagt stað at gera royndarverkætlanir í orkussparing. Vit skulu vísa á, at nýggja føroyska landsstýrið hevur umhvørvi sum eitt hjartamál og slóðar fyri, millum annað við at øll almenn nýbyggjarí nýta alternativa orku.

Føroyska vinnan hevur langt síðani yvirhálað politisku skipanina og rópar eftir møguleikum at spara og nýta reinari orku. Vinnan vil taka ábyrgd. Tú og eg vilja taka ábyrgd. Higartil hevur haltað at fáa ráðandi politikarar við á liðið.

Les meira á www.tjodveldi.fo/bjort

Bjørt Samuelsen