Í næstum verður tráðleyst net tøkt hjá viðskiftafólki á Norðoya Kunningarstovu og Klaksvíkar Bókasavni, um tú hevur teldu, telefon ella annan miðil hjá tær.
Í næstum verður tráðleyst net tøkt hjá viðskiftafólki á Norðoya Kunningarstovu og Klaksvíkar Bókasavni, um tú hevur teldu, telefon ella annan miðil hjá tær.
Óluva Klettskarð, forkvinna í Havna- og Vinnunevnd býráðins, hevur tikið stig til hetta átakið, og hon fegnast um, at málið fekk undirtøku millum býráðslimir, soleiðis at borgarar í kommununi eins og øll onnur viðskiftafólk nú kunnu fáa hesa tænastu.
– Tað hevur alstóran týdning hjá borgarum okkara at kunna fáa fatur á umheiminum, tá ið vitjað verður á hesum stovnum. Í gerandisdegnum er hesin miðil vorðin neyðugt amboð, antin tað snýr seg um vitjan á kunningarstovu ella á bókasavni.
Klaksvíkar Bókasavn ein vitanardepil í kommununi
– At vit fáa bjóðað viðskiftafólki og ferðafólki okkara hesa tænastu, síggi eg sum eitt sjálvsagt framstig, sigur Óluva Klettskarð
– Tað er somuleiðis avgerandi neyðugt fyri borgaran, at bókasavnið kann veita hesa tænastu. Bæði lesandi og fólk í gerandisdegnum hava tørv á hesum.
– Eg síggi fyri mær, at bókasavni ð so líðandi gerst vitanardepil í Klaksvík, har fólk, ung sum eldri, kunnu savnast og starvast.
– Hóast alt ov trong hølir, so veitir Klaksvíkar Bókasavn serstakliga góða tænastu til brúkarar í kommununi, og bókasavnið veitir harumframt størsta partinum av brúkarunum í miðnámsskúlaskipanini norðan fyri Havnina góða tænastu.
– Vit eiga at menna hetta økið og at lætta um hjá starvsfólkunum.
Nógv eftirspurt av vitjandi ferðafólkum
Óluva sigur, at sjálvandi kundu hesir stovnar sjálvir valt at bjóða hesa tænastu út, men hon metti tað vera rætt av kommununi at keypa útgerðina, tí báðir stovnar hava tað sera trongt fíggjarliga og hava seinastu árini verið skerdir fíggjarliga – rættiliga nógv í mun til tað stóra og økta virksemi og ta tænastu, teir veita kommununi.
– Hesa summarhálvuna koma nógv túsund ferðandi at vitja í Klaksvík, og tá ið stóru ferðamannaskipini koma inn, er eftirspurningurin øgiligur eftir at sleppa á alnótina.
Nú verður so møguligt at veita hesa tænastu, ið helst fer at kosta teimum vitjandi nakrar fáar krónur. Tí við hesari útgerðini, vit nú ætla at fáa til vega, ber nevniliga til at bjóða tænastuna móti samsýning.




