Høvuðskokkurin á Hotel Norð, Jógvan Heinesen fer at matgera til øll á summarfestivalinum.
Summarfestivalur er í Klaksvík í hesum døgum. Hæddarpunktið verður leygardagin við stóru útikonsertini.
Hotel Norð fer at gera sítt til at fólk skulu fáa eina góða uppliving. Hotellið hevur ein bás á konsertøkinum, har tey fara at selja búffar við tilhoyri og sodavatn. Tað verður sjálvur høvuðskokkurin, Jógvan Heinesen, sum fer at standa fyri magerini. Hotel Norð skal eisini matgera til øll tey mongu, sum á ein ella annan hátt fara at luttaka á festivalinum.
Nógv fólk eru knýtt at arbeiðinum hjá Hotel Norð og umfatandi fyrireikingar eru gjørdar til festivaldagarnar.
Vónandi fáa vit ein góðan summarfestival ’04, verður sagt av Hotel Norð á Viðareiði.




